Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sett Føroya Sjómannadag í Klaksvík. Í røðu síni segði hann, at sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum er tað honum ein gleði og heiður at kunna vitja í Klaksvík á sjómannadegnum.
Hann vísti á, at sum tiltak hevur Føroya Sjómannadagur nøkur ár á baki, og hann helt, at tað tykist, sum dagurin er um at gerast eitt fast tiltak, ið verður afturvendandi, tá summarið er komið í hæddina.
- Tiltøkini av ymiskum slagi í landi okkara eru mong, og margfeldni er vítt. Tykkara partur her norðuri liggur ikki eftir. Tó vil eg ásanna, at Føroya Sjómannadagur - í størri mun enn onnur tiltøk - er egin og fevnir um eitt øki, ið onnur tiltøk ikki fevna um.
Landsstýrismaðurin segði, at sjómannadagurin umboðar ein yrkisbólk, sum bindir okkum øll saman um yrki hjá hesum bólki.
- Á sjómannadegnum fáa fleiri okkara innlit í yrki "fiskivinna og sjómansskapur" - á annan hátt enn í tí dagliga. Dagurin bindir saman farna tíð og nútíðina. Hann er ein samanrenning millum vinnu, siðsøgu og mentan, eins og hann knýtir komandi ættarlið at yrkinum.
Jacob Vestergaard segði, at Føroya Sjómannadagur er samfingið eitt tiltak, ið er bygt á álvara, eins og kæti og gleim, har eisini kappingarelementið er tikið við.
- Mangur hevur havt á orði, at fiskivinnan er ein váðakend vinna, tí náttúrugrundarlagið er einstáttað, og broytingarnar eru stórar. Men júst á hesum øki hava tit, sum umboða okkara vinnu, víst sera góð evni at tillaga seg hesi viðurskifti.
Landsstýrismaðurin helt fyri, at tað finnast neyvan nøkur vinnuumboð í heiminum, sum eins og tey føroysku hava evnini at tillaga seg broytt viðurskifti, eins og at gagnnýta tilfeingið á ymiskan hátt. Dømini um hetta eru mong.
Í rímiliga longu og áhugaverdu setanarrøðu síni endaði Jacob Vestergaard við at siga, at Føroya Sjómannadagur gjørdist veruleiki, tí tað eru eldsálir og fyriskiparar, ið aftur hava boðið seg fram at taka takið.
- Tað eiga tit stóra tøkk fyri, legði hann aftrat.
Jacob Vestergaard nýtti eisini høvi at ynskja øllum - og ikki minst fiskimonnum og sjófólki okkara - ein góðan sjómannadag.
- Lat Guðs hond vera yvir yrki tykkara í tíðum sum koma, segði landsstýrismaðurin m.a. í setanarrøðu síni í morgun.









