- Sjófólk hava í allar mátar uppiborið, at serligt ljós verður varpað á tey hendan dagin, segði Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri, tá hann setti Sjómannadagin fyri løtu síðani
Í røðuni minti Bjørn Kalsø á, at hóast tey ikki altíð eru so sjónlig, eru tað sjófólkini, sum í stóran mun halda okkara samfelag uppi.
Fiskimálaráðharrin kendi tað hartil sum ein serligan heiður at sleppa at geva sítt íkast til hendan dagin, har hann kom so tætt at sínum málsøki og teimum fólkum, sum hava sítt gerandislív í fiskivinnuni.
Eisini vísti Bjørn Kalsø á, at hóast fiskiskapur er kjarnin í sjóvinnuni, so kann hann ikki standa einsamallur. Skal okkara sjóvinna fylgja við, má hon alsamt menna seg við betri skúling og trygd, meir framkomnum tólum og eftirmetingarskipanum.
- Eg vóni ikki, at tit, sum hava tykkara lív í sjóvinnuni, síggja hesi framtíðarkrøv sum eina hóttan, men heldur sum eina neyðuga og avbjóðandi menning av tykkara yrki, segði fiskimálaráðharrin, áðrenn hann lýsti Sjómannadagin 2007 at vera settan.










