Sjómannadagur
- Vit eru serstakliga væl nøgd við Føroya Sjómannadag, sum vit halda eydnaðist avbera væl. Vit hava júst havt summarfestival her norðuri, og nú varð skráin fyri sjómannadagin partvís samantvinnað við 100-ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar kommunu. Tað eru í fleiri førum tey somu fólkini, sum eru virkin til hesi tiltøk, og tí merkir tað eisini, at nógvar kreftir eru brúktar, og fólk hava í longri tíð verið upptikin av hesum tiltøkum.
John William Joensen heldur, at hóast stóra tiltakið í Klaksvík í síðstu viku, sum endaði við hæddarpunktinum, ið var sjómannadagurin leygardagin, eydnaðist serstakliga væl, so heldur hann, at dagarnir kortini hava lært fyrireikararnar av sjómannadegnum, at hesin dagurin frameftir skal haldast fyri seg – og ikki saman við øðrum tiltøkum.
Hópur av fólki
John William sigur, at fleiri fólk enn áður vóru á sjómannadegnum leygardagin – í fyrsta lagi hópur av norðoyingum, fólki aðrastaðni úr landinum, og eisini vóru nógv útlendsk ferðafólk at síggja.
- Vit hava seinastu árini umsett skránna fyri sjómannadagin til norðurlendskt og enskt, og longu nú er ætlanin at gera uppaftur meira burtur úr hesi kunning.
Hann sigur, at fyrireikararnir av tiltakinum í góðari tíð ætla sær at gera skránna klára til komandi ár og fáa hana umsetta, so kunningarstovur og ferðaskrivstovur í størri mun enn áður kunnu senda hana út til síni viðskiftafólk.
- Tað vísir seg nevniliga, at útlendsk ferðafólk eru vorðin ein fittur partur av teimum, sum vitja í Klaksvík á hesum degi, sigur hann.
Veðrið helt sær
Eitt, sum spælir nógv inn ein slíkan familjudag, sum Føroya Sjómannadagur er, er veðrið, og tíbetur fyri fyrireikararnar helt veðrið sær leygardagin væl.
- Tað gjørdist eitt sindur gráligt, sum leygarmorgunin leið, og um middagsleitið fór at regna eina løtu. Men skjótt sleit í aftur, og veðrið gjørdist bara betri og betri, sum seinnaparturin leið.
John William sigur, at fyrireikararnir høvdu fingið sær eitt stórt tjald, har fólk kundu vera inni, um líkindini ikki háttaðu sær, soleiðis sum ynskiligt var.
Hann sigur, at tá ið felagsmøti varð hildið í tjaldinum seinnapartin sunnudagin, sum partur av skránni, var fitt av vindi, men hóast hetta gekk alt væl, og nógv fólk vóru á møtinum.
Sunnudagin var eisini sjómansgudstænasta í Christianskirkjuni, har Hanus Simonsen, prestur, prædikaði.
Gleða seg
- Jú, vit eru serstakliga væl nøgd, og vit gleða okkum longu til Føroya Sjómannadag komandi ár, sigur John William Joensen, kunningarleiðari.
Sosialurin fer at venda aftur til ymisku úrslitini í kappingunum á sjómannadegnum í komandi bløðum.