Klaksvíkin spílar seg enn einaferð út, tá ið hon í vikuskiftinum bjóðar til tann árliga Sjómannadagin. Ein ørgrynna av tiltøkum og undirhaldi verða á skránni, og har ímillum verður livandi tónleikur at hoyra.
Fríggjadagin bjóðar Club 700 til livandi tónleik, og verður tað Eyðun Nolsøe, sum undirheldur gestunum í ovaru hæddini, meðan diskotek verður í niðaru hæddini við DJ X.
Leygarkvøldið verður dansur við bólkinum Backbeat.