Sjómannadagur til sjógarpar og landkrabbar

Komandi viku fara klaksvíkingar enn einaferð at prógva dugnaskap teirra í at leggja eitt spennandi til rættis. Frá mikudegi til sunnudag verður árligi Sjómannadagurin. Tiltakið byrjar mikukvøldið kl. 19 við einum spennandi fyrilestri í Atlantis, har kendi klaksvíkingurin, Fischer Heinesen verður umrøddur av rithøvundinum Óla Olsen.

Hesin er í løtuni í ferð við at skriva ævisøguna hjá Fischeri, og fer nú at greiða frá onkrum hendingum á lívsleið hansara á sjógvi og landi, í eini frásøgn, hann nevnir ?Fischer Heinesen - tá ið rak við og ímóti?.

Bæði hósdagin og fríggjadagin verða serstøk tiltøk á skránni, men serliga leygardagurin verður merktur av hesum forvitnisliga tiltakinum í fiskivinnuhøvuðsstaði okkara.

Byrjað verður við at føroysku træ-seglskipini koma á Klaksvík, og síðani verður borðreitt við stórum morgunmatarborði á Stangabrúnni, áðrenn spurnarkappingin SkipaQvistin 2007 verður á skránni, fyrst við eini undankapping og seinni sjálvari finaluni.

Fyrrapartin verða verður annars regatta-sigling, kappingar og framsýningar av ymiskum slagi, m.a. hvussu ein grindahvalur verður skorin upp, eitt WaterShow og ein bjargingarroynd.

Seinnapartin verða fleiri føroyameistarar funnir - í sjómanstaki, at kasta fanglínu, at halda dreggi, í kelving, at skera agn og í egning. Dagurin endar við ?dans på brygga?.

Sunnudagin verður sjómansgudstænasta í Christianskirkjuni og kl. 18 verður sjómansmøti í teltinum.

Umframt hesi tiltøkini verða framsýningar av bátum, livandi fiskum og motorum, eins og Ternan verður sýnd fram og flakakvinnur skera fløk og selja.

Tiltakið í fjør eydnaðist sera væl, og alt bendir á at so fer at verða eisini í ár. So kann ein bert vóna at veðrið verður til vildar.