Sjómannadagur skal vera ein avslappandi dagur

- Hetta skal ikki vera ein dagur, har fólk resa aftur og fram og lata seg stressa. Hetta er ein dagur, har øll kunnu njóta tær kappingar, tiltøk og framsýningar, sum eru – og kunnu taka sær av løttum, sigur John William Joensen

FAMILJUHUGNI

Føroya Sjómannadagur gjørdist í fjør formelt ein sjálvsognarstovnur, har endamálið er at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi og at kveikja áhuga fyri tí, sum hevur við sjógvin at gera. Sambært viðtøkunum skal hetta gerast á ein hugnaligan, gevandi og rúsfrían hátt, so familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu njóta gleði av tiltakinum.
- Hetta er soleiðis eitt tiltak, har fólk kunnu njóta tær kappingar, tiltøk og framsýningar, sum eru – ókeypis - og soleiðis kunnu taka sær av løttum saman við børnum, vinum og kenningum. Ætlanin er ikki, at hetta skal vera ein dagur, har fólk resa aftur og fram og lata seg stressa.
Tað sigur John William Joensen, sum er ein av fleiri aftanfyri Føroya Sjómannadag.
Hvussu nógv fólk hava verið í Klaksvík til undanfarnu sjómannadagar, er ilt at siga, tí eingi atgongumerki – ei heldur skráseting – fer fram.
- Vit hava í hvussu er sæð, at undirtøkan er vaksin á hvørjum ári, og at alt fleiri fólk leita norður higar til tiltakið.
John William Joensen sigur, at helst vóru eini 6.000 fólk til ymisku tiltøkini á Føroya Sjómannadegi í fjør.

vilmund@sosialurin.fo