Sjómannadagur í bestu líkindum

Fimta árið á rað skipa klaksvíkingar í dag fyri sjómannadegi, har nógvar ymiskar og áhugaverdar kappingar eru á skránni seinnapartin í dag. Saman við nógvum einstaklingum og eldsálum eru tað Klaksvíkar kommuna og Eik Banki, sum eru høvuðsstuðlar aftanfyri sjómannadagin í Klaksvík.

Onnur ár hava aðrir høvuðsstuðlar verið við til at borið tiltakið fíggjarliga, men kommunan hevur øll árini havt sín týðandi leiklut í tiltakinum.

At kalla øll tiltøkini, sum eru á sjómannadegnum, eru ókeypis, og hetta er tí eitt sera gott høvi hjá familjum at vitja Klaksvíkina ein slíkan dag, har serligur dentur verður lagdur á tað, sum hevur við sjólív og sjómansskap at gera.

Tað verður Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum fer at seta dagin klokkan 11 í morgun, men áðrenn sjálva setanina, fer borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, at bjóða vælkomin.

Stórt kaffiborð verður eisini á Stangarbrúnni nú klokkan 11, har øll eru vælkomin at fáa sær kaffi og køkur.

Tær nógvu føroyameistarakappingarnar, sum eru ein týðandi partur á sjómannadegnum, verða seinnapartin í dag, men longu klokkan 12 verður kappast í epla-flising, har kvinnur og menn í øllum aldri hava høvi at verða við.

Finalan í skipa-quissini verður eisini longu klokkan 12.30, og klokkan 13 verður svimjikapping um vánna.

Nú klokkan 10.30 leggja seglskip at bryggju á Stongunum, og tá verður sangur og tónleikur at hoyra av skipsdekkunum.

Skipini eru Jóhanna TG 326, Norðlýsið, Anita og Fram.

Portalurin fer eftir førimuni at fylgja við sjómannadegnum í Klaksvík í dag.