Høvuðspallurin fyri flestu tiltøkini er á ferjuleguni, har Sam nú leggur at. Her verða FM-kappingar av ymiskum slagi skipaðar og onnur tiltøk. Ein minni pallur verður eisini settur upp norðanfyri egningarskúrarnar, har m.a. harmonikutónleikur verður at hoyra.
Eitt stórt tjald hoyrir sjálvandi eisini við til ein slíkan dag, og tað verður sett upp beint norðan fyri høvuðspallin. Í hesum tjaldi verða m.a. framsýningar við útgerð til bátar og skip. Har verður eisini eitt serstakt sjómannamøti sunnudagin.
Á einum øðrum staði verður ein framsýning av livandi fiskum og skeljadjórumm, og á enn einum øðrum staði verða modelbátar sýndir fram, eins og myndir og filmar verða sýndir fram.









