Á sumri fyri skjótt átta árum síðani hendi eitt óhapp umborð á Skálabergi, sum setti ein bráðan enda á arbeiðslívið hjá tí tá 49 ára gamla Leivi Egholm, ið er ættaður úr Leynum. Hann var á veg niður í lastina, niður ígjøgnum stigan, sum var loddrættur, boltaður fastur í erva og neðra, í ferð við at leggja ein kassa, tá ið hann glíður. Hann missur takið, høgri tummil verður sligin í stigan, og tá hann við vinstra fóti roynir at fóta sær á stiganum, verður táin sligin í stigan og verður knúst. Leivur dettur niður í tómu lastini, sum tíverri akkurát var tómd fyri salti. Fallið var gott og væl 5 metrar.
Leivur var alla tíðina við sítt fulla vit og gjørdi sjálvur av ikki at siga skiparanum frá, hvussu illa fyri hann var.
- Tá ið tú arbeiðir umborð á einum skipi, fært tú mangar snuddir, tí tú arbeiðir við tungum amboðum. Eg vildi ikki vera erkvisin og segði tí ongum frá, hvussu støðan var. Og eg kundi heldur ikki vita, hvussu illa eg var komin til skaða. Nógvur fiskur var at fáa, og vit skuldu skjótt inn við fullum skipi. Ikki fyrr enn lastin var full, fór eg upp á brúnna at siga skiparanum frá. Hann segði mær so, at eg skuldi havt sagt frá beinanvegin og so hevði hann siglt inn við mær, greiðir Leivur frá.
Avgerðin burturvið
Skálaberg var staddur í Barentshavinum, umleið 300 fjórðingar úr landi, tá ið óhappið hendi. Tvær vikur gingu áðrenn Leivur kom undir læknahond og ein lítil mánaði til hann kom undir skurð. Fýra ferðir næstu árini mátti Leivur undir skurð í Føroyum og eina ferð í Danmark. Førleikin er kortini ikki komin aftur.
- Eg havi fingið tað verri fyri hvørja skurðviðgerð og pínan er nógv versnað. Eg fái ikki sett vinstra fót ordiliga til, bert ta einu tánna, og gangi eg nakrar fáar metrar, hovnar beinið og verður blátt, greiðir Leivur frá.
Tað er ein langur vegur frá tí eitt óhapp hendir, til skaðin er uppgjørdur. Fyrstu tríggjar mánaðirnar eftir óhappið fekk Leivur minstuløn frá Lønjavningargrunninum. Úr einum grunni hjá Fiskimannafelagnum fekk hann eina upphædd í fýra mánaðir, síðani dagpengar frá Vanlukkutryggingini, og eftir tað dagpengar frá Almannastovuni í trý ár.
- Tað var akkurát fyri mat og als ikki nóg mikið til at rinda fastar útreiðslur fyri, sigur Leivur.
Trý ár eftir óhappið metti Vanlukkutryggingarráðið, at Leivur varð 100% invalid. Hann fekk góðar 8000 kr. um mánaðin frá Vanlukkutryggingini til mars mánaða í fjør. Vanlukkutryggingarráðið metti í fjør vár, at tað ikki var ført fyri at gera skaðan hjá Leivi endaliga upp, hóast lækni og serlækni hava givið frágreiðing. Tí varð málið sent til Færøernes Ulykkesforsikringsråd, har skaðin varð uppgjørdur.
- Tann metingin tók støðu út frá teim skaddu limunum. Tað vil siga bert fótinum og økslini, ikki tumlinum, har ein liður er tikin av. Ei heldur varð heildarmeting gjørd. Tí varð eg mettur at vera 10% invalid í medisinskt meingrad sum tað eitur. Endurgjaldið var góðar 70.000 krónur. Og so var eg biðin um at venda mær til Almannastovuna, sigur Leivur.
Leivur kærdi avgerðina til Socialankestyrelsen, og tá ið málið varð tikið uppaftur, varð hann mettur at vera 20% invalid í meingrad og fekk hann somu upphædd í endurgjaldi eina ferð enn.
- Tað er púra burturvið. Eingin tekur atlit til, at eg als ikki kann arbeiða, og tí fái eg ikki nakra viðbót fyri mista inntøku.
Síðani í mars í fjør hevur Leivur fingið forsorgarhjálp. Árini fyri óhappið tjenti hann um 600-700.000 kr. um árið. Árið eftir óhappið høvdu hann og familjan minni enn 80.000 kr. at liva fyri.
- Uttan vinir og kenningar hevði mangan verið svangligt, sigur Leivur.
Avleiðingar
Avleiðingarnar av óhappinum hava verið ógvuliga umfatandi, bæði persónliga og fíggjarliga. Í 1996 varð Leivur Egholm noyddur at selja húsini, hann átti í Havn, við tapi. Hann valdi at selja heldur enn at missa tey. Umframt hevur hann sjálvur goldið sakførara øll árini síðani óhappið.
Til óhappið hendi á sumri í 1993, hevði Leivur verið sjómaður í nærum 35 ár. Í nógv ár sigldi hann við norðmonnum og seinastu níggju árini var hann við Skálabergi. Til hann gavst hevði hann verið 29 túrar uttan at hava lagt nakran túr burturímillum. Leivur visti ikki betur enn, at hendi ein arbeiðsvanlukka honum, var hann tryggjaður og fór at fáa eina viðbót fyri mista inntøku. So er kortini ikki í fiskivinnutjóðini Føroyum.
- At ein ólukka kann henda, ger man sær ikki greitt fyrr enn hon er hend. Fiskivinnan verður so høgt raðfest í Føroyum, men ikki fólkið, sum arbeiðir á sjónum. Tá ið tú kemur út fyri einum skaða sum eg, kanst tú ikki brúkast longur. Ikki nóg mikið við, at samfelagið ikki hevur brúk fyri tær, tú fært ikki so frægt sum nakað at liva fyri frá tí samfelag, tú hevur arbeitt fyri í so nógv ár. Eg eri bæði harmur og beiskur inn á, at tað skal vera so galið. Politikarar eiga at taka seg saman og útvega fólki, sum koma so illa fyri sum eg, betri viðurskifti. Til dømis at dagført Vanlukkutryggingarlógina frá 1966, ongantíð ov skjótt. Tíðin er farin frá henni fyri langari tíð síðani, greiðir Leivur Egholm frá.
Hann heldur, at fiskimenn verða alt ov lítið kunnaðir um, hvørji rættindi teir hava. Tá ið hann sigldi við norðmonnum, kom javnan upplýsandi tilfar umborð á skipini, har kunnað varð um rættindi og skyldur, til dømis í sambandi við vanlukku umborð.
- Tað líkist ongum, at Fiskimannafelagið ikki upplýsir betur, hvørjir møguleikar ein hevur, um ein ólukka skuldi hent. Tí hevur tú nøkur rættindi, hevur tú eisini skyldur. Eg kundi møguliga spurt meg betur fyri hjá Fiskimannafelagnum, men eg visti ikki av, at teir bjóða frían sakførara, sigur Leivur Egholm.
- Eg veit um nógvar føroyskar sjómenn, sum eru komnir illa fyri og eru vorðnir óarbeiðsførir og sum hava lítið at liva fyri í dag. Teir hava sligið seg til tols við støðuna, tí teir rætt og slætt ikki orka at stríðast. Men eg ætli mær at stríðast til tann bitra enda fyri, at viðurskiftini verða betri, sigur Leivur Egholm at enda í viðtali.
MYND: LEIVUR EGHOLM
Myndatekstur:
- Tað er hart at síggja skip fara gjøgnum Vestmannasund og vita, at eg aldri aftur kann fara ein túr til skips, sigur Leivur Egholm, sum nú býr í Leynum.
Mynd: Jens Kristian Vang
MYND: LEIVUR EGHOLM
Myndatekstur:
- At ein ólukka kann henda, ger man sær ikki greitt fyrr enn hon er hend. Tað líkist ongum, at Fiskimannafelagið ikki upplýsir betur, hvørjir møguleikar ein hevur, um eitt óhapp skuldi hent. Tí hevur tú nøkur rættindi, hevur tú eisini skyldur, sigur Leivur Egholm.
Mynd: Jens Kristian Vang
Í EIN KASSA
- Uttan vinir og kenningar hevði mangan verið svangligt.
Í EIN KASSA
- Eg veit um nógvar føroyskar sjómenn, sum eru komnir illa fyri og eru vorðnir óarbeiðsførir og sum hava lítið at liva fyri í dag.
---------------------------------------
Í mikudags- og hósdagsblaðnum eru viðmerkingar til greinina um Leiv Egholm:
Viðtal við Rúnu Sivertsen, løgtingskvinnu:
Sjómenn eiga at seta størri krøv
Viðtal við Kristian Magnussen, løgtingsmann:
Vart starv ein loysn
Viðtal við Óla Jacobsen, formann Fiskimannafelagsins:
Fiskimenn verða væl kunnaðir
Viðtal við Jonnu Isaksen, forkvinnu í Felagnum Fiskimannakonur:
Ósømiligt at bjóða fólki
Grein um endurgjald og sømdir, ið verða veitt dønum, sum gerast óarbeiðsførir, sambært lóg um trygging ímóti fylgjum av arbeiðsskaða
Samrøða við Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum viðvíkjandi Vanlukkutryggingini