“Tá flenti vermóðir... “
Orðini eigur viðingurin, Jógvan Petersen, sum seinastu fimm árini hevur verið skipari á trolbátinum, Fiskakletti. Herfyri var sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, umborð á Fiskakletti við jólapakkum.
- Jógvan takkaði hjartaliga fyri pakkarnar og tað stóra arbeiðið, sum sjómanskvinnuringar og onnur gera. Brosandi fortaldi hann, hvat hendi jólini í 2014.
Torleif Johannesen veit at siga, at Jógvan Petersen jólini 2014 tók jólapakkan við sær til hús og legði hann undir jólatræið saman við øllum hinum pakkunum.
- Verforeldrini halda jól annað hvørt ár hjá okkum, og í 2014 vóru vit saman. Tað er altíð hugnaligt.
Jógvan Petersen greiðir frá løtuni, tá jólapakkarnir skuldu býtast út. Her vóru nógvir pakkar, og allir høvdu navn á móttakara og gevara.
At enda var bara ein pakki eftir, men har stóð hvørki móttakari ella gevari á. Tá sigur Jógvan Petersen, at hetta er jólapakkin, sum hann hevur fingið frá sjómanskvinnuringinum.
Tá vermóðir sær pakkan, fer hon at smílast. Tá skiparin so pakkar upp og vísir hinum, hvat er í pakkanum, fer vermóðir at flenna.
- Er hesin pakkin frá tær? spyr hann ovfarin - og svarið hjá vermóðurini er ja!
Torleif Johannesen vísir á, at hóast umleið 1200 jólapakkar verða latnir føroyskum sjófólki, kann móttakarin saktans uppliva, at pakkin er frá onkrum í familjuni, onkrum kenningi - ja, sjálvt frá vermóðir!