Sjómaður afturúrsigldur, tí Smyril avlýsti

Tað kom illa við hjá einum sjómanni, sum býr í Suðuroynni, og siglir við norskum báti, at Smyril brádliga avlýst týsdagin í farnu viku. Hann gjørdist, orsakað av avlýsingini, ov seinur til Noregs og hevur eftir øllum at døma mist pláss sítt á bátinum

Tað kostaði eftir øllum at døma einum sjómanni, sum er búsettur í Suðuroynni, arbeiðið, at Strandferðslan heldur brádliga valdi at avlýsa ein túr hjá Smyrli týsdagin 6, mars 2007.
Suðuroyingar mugu oftast av oynni dagin fyri, at flúgvast skal úr Vágunum. Sjómaðurin skuldi við Smyrli hendan seinnapartin, fyri at sleppa við flogfarinum um áttatíðina dagin eftir – mikudag.
- Men klokkan 10 týsmorgunin verður lýst í Kringvarpinum, at Smyril ikki siglir meira hendan dagin, greiðir kona sjómannin frá.
Smyril hevði tá fingið trupulleikar við stabilisatorunum og sigldi ikki seinna túrin.

Afturúrsigldur
Ein suðuroyingur, sum fer við Smyrli á morgni, klárar ikki fyrstu flogruturnar, soleiðis sum føroyska rutunetið er skrúvað saman.
- Maðurin fór vestur í Vágar mikumorgun, og fekk boð um, at hann kundi flúgva seinnapartin. Men úr Noreg komu boð um, at báturin fór undan honum, tí hann gjørdist ov seinur. Hann fór so suður aftur mikukvøld, men fekk heimkomin teldupost um, at hann slapp við øðrum báti, og tí fór hann avstað aftur hósmorgun, greiðir konan frá, og leggur afturat, at annar maður er komin í plássið hjá manninum á bátinum, sum hann upprunaliga sigldi við og sum hann treivst so væl umborð á.

Skuffandi
Konan heldur tað vera skuffandi at uppliva, at Smyril nú siglir, sum um onki var hent við sama brekinum, sum legði bátin júst handan túrin týsdagin í farnu viku, tí tað kann hava kostað hennara familju dýrt.
- Og at talan so er um, at brekið ikki skal rættast, fyrr enn Smyril skal í dokk seint í summar, tað er óskiljandi og skuffandi, heldur konan.
Hon er greið yvir, at onkur leigaði tyrlu hendan dagin, ið Smyril avlýsti, men hetta var ikki í teirra tonkum tá, og hinvegin er ikki talan um smápengar heldur, tá ein velur slíka loysn, ið eisini átti slíkt at verið óneyðug, nú eitt nýtt skip siglir, metir konan.

Trygdin í fremstu røð
Setti Strandferðslustjórin, Niels Juel Arge, harmast, at ein alýsing hevur fingið óhepnar avleiðingar. Men hann vísir á, at avlýsingar koma fyri í samferðslu, bæði her heima, og aðrastaðni.
- Tá ið manningin á "Smyrli" varð varug við, at ein oljuleki var í samband við stabilisatorarnar, varð avrátt ikki at taka nøkur óráð fyri, men hinvegin at kanna hetta beinanvegin. Manningin kannaði lekan innanborðs, og kavarar kannaðu lekan uttanborðs. Av tí, at kanningarnar hjá kavarunum tóku drúgvari tíð, enn væntað, varð túrurin suður kl 12.30 avlýstur, sigur Niels Juel Arge.
- Trygdarviðurskiftini koma altíð í fremstu røð hjá SSL. Verður ein varugur við eitt brek, sum ein ikki kennist við, kann stórskaði standast av ikki at kanna brekið skjótast gjørligt. Í hesum førinum var brekið so mikið ókent, at kanningin av brekinum kom í fyrstu røð, og ein túrur varð avlýstur, sigur stjórin á Strandferðsluni.
- Tað er altíð harmiligt, tá ið ein slík avlýsing gongur út yvir fólk, ið hava lagt sær ætlanir frammanundan, og SSL harmast altíð slíkar hendingar. Hóast SSL hava rættiliga høgan regularitet á Suðuroyarleiðini, kann SSL kortini ikki veita fulla trygd fyri, at ferðafólk sleppa norður um sama dag, sum tey skulu flúgva. At avlýsingar koma fyri, er vanligt í øllum londum, bæði innan ferju- og flogferðslu, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.