Vága Floghavn hevur í dag tikið í brúk eina sjálvvirkandi skipan, sum lesur boardingkort hjá teimum ferðandi. Higartil hevur hetta verið gjørt av trygdarfólkum á flogvøllinum.
Flogvøllurin hevur nú tveir sjálvvirkandi skannarir til boardingkort. Annað av portrunum er breiðari enn hitt, soleiðis at ferðafólk, sum eru bundin at koyristóli, ómakaleyst kunnu nýta sjálvvirkandi skipanina.
- Hetta er í tráð við okkara menningarætlan, har vit allatíðina arbeiða fram ímóti at hava framkomnar skipanir, sum kunnu tryggja teimum ferðandi eina skjóta og lætta avgreiðslu á flogvøllinum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á flogvøllinum.
Á myndini eru Atli Joensen, Góðsku- og KT leiðari, Bent Jákup Hansen, trygdarleiðari og Sunnuva Egilstoft, trygdar- og reingerðarfólk.