Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur blást eitt frískt lot í orðaskiftið um einar sjálvstøðugar Føroyar. Kjakið hevur annars verið tamt seinastu árini, men fáu orðini um ríkjafelagsskapin í løgmansrøðuni á ólavsøku hava elvt til orðadrátt, júst sum løgmaður ætlaði.
Fullveldisætlanin hevði av álvara vind í seglunum um aldarskiftið. Á løgtingsvalinum í 1998 varð Tjóðveldisflokkurin størsti flokkur í atkvøðutali og skipaði samgongu við Fólkaflokkin og Sjálvsstýrisflokkin. Við Anfinni Kallsberg sum løgmanni var aðalmálið at skipa Føroyar sum fullveldisríki.
Kaj Leo Johannesen greiddi nærri frá ríkjafelagsskapinum, hann ímyndar sær, í viðtalu við Politiken, sum varð prentað í blaðnum síðsta vikuskiftið. Hann væntar, at seinastu 15 málsøkini, sum kunnu yvirtakast sambært yvirtøkulógini, koma á føroyskar hendur næstu 10 árini. Um 20 ár verður fólkaatkvøða í Føroyum um ríkisfelagsskapin.
Tað er serliga viðbrekni spurningurin, hvussu nógv Føroyar og Grønland kunnu taka sær fyri á altjóða pallinum, sum nívir løgmann. Meginreglan er, at Danmark talar vegna ríksifelagsskapin. Trupulleikin er, at ofta eru ósemjur í ríkisfelagsskapinum. Eitt dømi eru ósamsvarandi áhugamálini hjá Danmark og Føroyum í WTO.
- Vit vilja fegin vera við at finna eina loysn. Tað sigi eg, hóast eg eri sambandsmaður og taki fult undir við ríkisfelagsskapinum, sigur Kaj Leo Johannesen. Løgmaður hevur kortini ásannað, at ríkjafelagsskapurin er ikki aðalmálið hjá hesi samgonguni, og tað er enn ikki útgreinað, hvussu hann vónar, at ríkisfelagsskapurin verður samskipaður í framtíðini. Hann hevur í øllum førum lagt upp til øðrvísi samband millum ríkini í verandi ríkisfelagsskapinum.
Tann ætlanin víkir ikki nógv frá ætlanini hjá fullveldissamgonguni.
Samband við Danmark
Fullveldissamgongan, Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, vildu skipað ein frælsan felagsskap – Free Association – millum Føroyar og Danmark, har sjálvstøðugu londini skuldu samstarva um eina rúgvu av økjum. Tað er munur á suverenum statum og londum í einum ríkjafelagsskapi, men innihaldið í hesum førum er tað sama.
Uppskotið hjá táverandi landsstýrinum snúði seg fremst av øllum um at broyta ríkisrættarligu støðuna, so tað varð staðfest, at føroyska fólkið og føroyskir myndugleikar hava suverenitetin – fult vald og fulla ábyrgd – yvir Føroyum, og at hetta verður altjóða viðurkent.
Hvítabók, bókin sum útgreinaði fullveldisætlanina, staðfestir, at flestu skipanirnar skulu á føroyskar hendur, men bókin leggur samstundis upp til tætt samstarv við Danmark. Hetta fyri, at føroyingar kundu framhaldandi hava rættindi í Danmark. Fullveldisætlanin bar millum annað í sær, at Føroyar skuldu vera undir donsku krúnuni og verða knýttar at donsku gjaldoyraskipanini.
Flestu donsku kunngerðirnar við heimilld í bankalógum og sparikassalógum eru í gildi í Føroyum. Mest umfatandi eru roknskaparkunngerðin og kunngerðin um reglur at tryggja, at peningastovnarnir hava fæ tøkt til innsetarnar. Tær áseta, hvørjar upplýsingar peningarstovnarnir skulu lata danska fíggjareftirlitinum.
- Tað krevur nógva orku at gera og røkja hesar kunngerðir, og tí verður mælt til, at tær fyribils verða tær somu sum tær donsku. Soleiðis ber eisini til at tryggja, at eitt komandi føroyskt fíggjareftirlit fær somu upplýsingar sum tað danska, ið vit eru partur av, er skrivað í Hvítubók.
Nøkur dømi burtur úr rúgvuni
Fullveldissamgongan vísti eisini á, at flogførini og tyrlurnar hjá Atlantsflog eru skrásett í National Register hjá Statens Luftfartsvæsen (SLV), men hesi kunnu skrásetast hjá Skráseting Føroya. Í sama viðfangi verður staðfest, at tørvur verður á at gera avtalu við Skaðanevndina – Havarikommissionen for civil luftfart – so møguligar vanlukkur hjá føroyskt skrásettum flogførum verða kannaðar.
Sama er við stórum uppgávum, sum løgregluni er fyri. Har verður heitt á danska myndugleikar um tøkniliga og fakliga hjálp.
- Skal føroysk løgregla kunna standa fyri hesum í framtíðini, verður tørvur á serútbúnaði og starvsfólki við serligum útbúgvingum. Hetta verður sera kostnaðarmikið, og mælt verður tí heldur til, at avtala verður gjørd við Danmark ella onnur lond um útgerð, kriminaltekniskar tænastur og annað, er skrivað í Hvítubók.
Tá umræður faklig og altjóða krøv til heilsuverkið, millum annað um áseting av heilsufakligum reglum, ráðgeving av heilsumyndugleikum, eftirlit, serfrøðiligar kanningar, kæruviðgerð og lógina um embætislæknar, verður eisini mett, at tað er ráðiligast, at tað á hesum økjum verður gjørd samstarvsavtala við Danmark ella annað av grannalondunum.
- Fleiri avtalur eru eisini um útbúgving, skeið, starvsvenjing og leiðbeining til starvsfólk. Hetta hevur bæði fakligan og fíggjarligan týdning. Miðað eigur tí at verða ímóti, at tað í fullveldissáttmálanum verður ásett, at samstarvið kann halda fram, er skrivað, og tað heldur fram:
Fleiri avtalur eru eisini um útbúgving, skeið, starvsvenjing og leiðbeining til starvsfólk. Hetta hevur bæði fakligan og fíggjarligan týdning. Miðað eigur tí at verða ímóti, at tað í fullveldissáttmálanum verður ásett, at samstarvið kann halda fram.
Uttanríkistænastan
Øll uttanríkisviðurskifti eru felagsmál, men í royndum virkar heimastýrið fyri ein part sjálvstøðugt á økinum.
Serliga innan fiskiveiðið hava Føroyar havt ein sjálvstøðugan leiklut uttan fyri landoddarnar. Siðvenja hevur verið, at heimastýrið í ávísum førum hevur heimild at tingast við og gera fiskiveiðisáttmálar við onnur lond.
Fullveldisætlanin hevði sett stór krøv á uttanríkisøkinum, serliga viðvíkjandi umboðsstovum.
- Tá ið hesi viðurskifti skulu skipast í framtíðini, eru í høvuðsheitum tveir møguleikar. Annar er, at tað í fullveldissáttmálanum verður ásett, at danska uttanríkistænastan tekur sær av føroyskum uttanríkismálum á teimum økjum, sum Føroyar ikki hava orku til. Hin er, at Føroyar tryggja sær rætt at nýta ta donsku tænastuna í eini skiftistíð, meðan ein veruliga sjálvstøðug tænasta verður bygd upp.
Trygdarmál verða í øðrum londum umsiting sum partur av uttanríkismálunum, og tað kundi eisini verið gjørt í Føroyum, er skotið upp í Hvítubók. Her verður uppgávan at tryggja verju landsins og at veita grannalondunum vissu fyri, at tað innan fyri føroyskt ríkismark ikki er nakað virksemi, sum kann hótta trygdina á økinum. Hetta kann loysast við, at ein sáttmáli verður gjørdur við annað land, ella við at Føroyar gerast limir í NATO.
Leisturin tann sami
Kaj Leo Johannesen hevur enn ikki boðað frá, hvussu hann ímyndar sær ítøkiliga, at samstarvið millum Danmark og Føroyar verða í einum ríkjafelagsskapi. Men tað er minnir helst nógv um fullveldisætlanina, sum Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin høvdu um aldarskiftið, har samstarvað verður á fleiri økjum, sum Føroyar ikki hava orku at umsita.
Fullveldisætlanin var uppskot til sáttmála við Danmark um felagsøkir og samstarv – ein sáttmála millum tveir javnsettar suverenar partar. Á hesum grundarlagi kunnu vit samstarva við Danmark og onnur lond og taka lut sum sjálvstøðug tjóð í heimssamfelagnum. Skotið var upp at varðveita nøkur felagsøki við Danmark: kongshúsið, gjaldoyra og eina skipan, har føroyskir og danskir ríkisborgarar hava javnbjóðis ríkisborgararættindini hvør hjá øðrum.
Tað verður helst eisini leisturin í einum ríkjafelagsskapi, um Kaj Leo Johannesen, løgmaður, fær undirtøku fyri tí.










