Enn er ikki nakar dagur ásettur at stovna sjálvstøðugt føroyskt bíbliufelag, men breið semja var á fundinum um, at størri ábyrgd skal verða løgd á føroyingar. Talan er serliga um fíggjarliga partin, at hava egnan búskap at umsita. Her verður hugsað um innsavningarsíðuna og inntøkusíðuna til tess at kunna arbeiða við føroyskum bíbliutilfari, sum samsvarar við endamálið hjá bíbliufelagnum.
Bergur Debes Joensen, prestur og formaður í føroysku bíbliunevndini( nevnd fyri Føroya stift ), sigur, at orsøkin, til at eitt sjálvstøðugt føroyskt bíbliufelag nú fer at verða stovnað, er, at skulu vit gagna føroyingum mest møguligt, so er tað av alstórum týdningi at føroyingar verða sum mest við.
- Vit skilja sjálvi best okkara hugburð, og vit eru tey einastu, sum skilja tað føroyska málið, sigur hann.
- Tað er so nógv tilfar í útlondunum, men hvat skal flytast til føroyskt mál, duga vit best sjálvi at avgera, heldur Bergur Debes Joensen og undirstrikar samstundis, at prátið hjá bíbliunevndini um sjálvstøðuggerðing av bíbliufelagnum ikki upp á nakran hátt hevur við tað politiska kjakið um samband ella loysing at gera.
- Koma vit einaferð at hava eitt føroyskt bíbliufelag, har allar kirkjur og samkomur eru við, verður tað sjálvandi í samstarvi við onnur bíbliufeløg úti í heimi ? og helst ikki minst við tað danska, sigur hann.
Bíbliufelagsarbeiði
Danska bíbliufelagið, sum er felags fyri alt kongaríkið, varð sett á stovn í 1814. Tað arbeiðir við at umseta og geva út Bíbliur. Í 1998 varð stovnað ein bíbliunevnd fyri Føroyar. Í henni sita Bergur Debes Joensen, formaður, Marjun Bæk, skrivari, Rasmus Patursson, Bergur Jacobsen og Dánial á Dul Jacobsen fyri Hvítusunnusamkomurnar.
Síðani bíbliunevndin varð stovnað, hava tey arbeitt málrættað við at fáa so nógv bíbliutilfar og annað út á føroyskum.
Bergur Debes Joensen vísir á, at tað í 2000 komu fleiri nýggjar útgávur, men allar við somu umseting, henni hjá Viderø-Dahl.
Tá kom á fyrsta sinni hendan Bíblia við stórari skrift, við elektroniskari útgávu og við eini serligari barna Bíbliu og eini serligari ungdóms Bíbliu. Somuleiðis kom Bíblina á internetið fyrr í vár. Hon kann finnast við at fara inn á www.biblia.fo ella www.bibliufelagid.fo.
Beint fyri framman liggur nú ein ætlan um at fáa Nýggja Testamentið út á ljóðbandi. Og Bergur væntar, at tað møguliga verður veruleiki longu í ár ella fyrst í komandi ári.
Hann greiðir frá, at ein týðandi partur av arbeiðinum hjá bíbliufelagnum, umframt at geva Bíbliur út, er at stuðla bíbliulesnaði. Millum annað verður ein bíbliulesiætlan givin út, sum komandi ár verður send samkomum og kirkjum um landið. Bergur er ikki heilt nøgdur við lesiætlanina og sigur, at tað er ynskiligt at betra um hetta tilfarið.
Eitt triðja, sum tey eisini arbeiða við, er innsavnan av peningi til bíbliuarbeiði í øðrum londum. Seinni í hesum mánaðinum verður ein stór landsinnsavnan, sum fer til bíbliuarbeiðið hjá teimum kristnu í Pakistan.
Bergur Debes Joensen greiðir frá, at bíbliufelagið er limur í Sameindu Bíbliufeløgunum, sum hevur fleiri limir enn ST. Hetta altjóða felagið er ein stuðulsfelagsskapur fyri bíbliuarbeiði um allan heimin.
Bíblian er í dag umsett til 2.260 ymisk mál og yvir 670 aðrar umsetingar eru í gongd.
Øll bíbliufeløg eru felagskristilig. Tað vil siga, at ynski er, at allar kristnar kirkjur og samkomur samstarva.
Í Føroyum er tí innarligt ynski um, at Brøðrasamkoman, sum ger eitt stórt bíbliuarbeiði í Føroym verður við í bíliufelagsarbeiðinum ein dag.
- Eg síggi fyri mær, at vit ein dag hava eina felags bíbliuumseting, so Føroya fólk kann nýta sama mál í boðan og undirvísing, sigur Bergur Debes Joensen og leggur afturat, at tá so nógvar tjóðir hava megnað tað, so kunnu vit, sum eru ein lítil tjóð, sjálvsagt eisini.
Men hann viðgongur at enda, at tað ikki fer at verða lætt, og tí sigur hann eisini, at báðir partar tá mugu geva seg.