Sjálvstøðug oljufyrisiting til verka

"Oljufyrisitingin". Hetta verður heitið á tí stovni, sum í framtíðini skal umsita oljumál. Eftir áheitan frá landsstýrismanninum í vinnumálum hava starvsfólkini á tí niðurlagda Oljumálaráðnum gjørt av at finna tað gamla navnaheitið framaftur, nevniliga Oljufyrisitingin.

Navnabroyting

Hetta er eisini í samsvar við ta fullmakt, sum Bjarni Djurholm hevur givið fólkunum, sum skulu umsita oljutilgongdina framyvir. Landsstýrismaðurin hevur nevniliga lagt upp til, at talan skal ikki vera um eina deild undir Vinnumálaráðnum, men heldur um ein sjálvstøðugan stovn við egnum stjóra, ja við egnum lívi. Stovnurin verður tí at sammeta við t.d. Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Landsverkfrøðingsstovnin.

?Eg havi latið lyklarnar frá mær aftur til stovnin, tí hann skal kunna arbeiða óheftur av landssstýrismanninum, men hann kemur so kortini at referera, vísa til landsstýrismannin í vinnumálum sigur Bjarni Djurholm, sum vónar, at starvsfólkini á stovninum við hesum kunnu fara ekkaleys og nøgd til arbeiðis undir tí nýggja karminum. Hann vónar at fáa eitt gott samstarv við stovnin og vil gera sítt til at fáa eitt smidligt og gott samskifti. Hann sær fyri sær nógvar spennandi og týðandi uppgávur í næstu framtíð. Fyribils verður so talan um tveir stovnar á olju- og undirgrundarøkinum, Jarðfrøðissavnið og Oljufyrisitingina. Leiðari fyri báðar stovnarnar er Sigurð í Jákupsstovu. Lagt verður nú upp til at kanna møguleikan fyri at leggja hesar báðar stovnar saman í ein felags stovn.