Føroya søga
Magnus Dam
Christiansborg
Eini 40-50 fólk vóru komin saman til samkomuna í Fólkatinginum hósdagin, sum Norðurlandaráðið skipaði fyri. Talan var bæði um fólkatingslimir, fyrrverandi ráðharrar, føroyingar búsitandi í Danmark og onnur áhugaði í føroyskum viðurskiftum.
Áhugin fyri bókini hjá Hans Jacob Debes er stórur. Talan er um fyrstu bókina í nógv ár um Føroya søgu, sum er skrivað av einum føroyingi á donskum. Hóast bókin ikki hevur verið í bókasølunum í meira enn nakrar fáar dagar, er hon nógv umbiðin. Fyrsta upplagið er næstan útselt, og annað uplag verður prentað og verður í bókasølunum um stutta tíð.
Steen Cold, skrivstovustjóri í Norðurlandaráðnum, hevur saman við øðrum staðið fyri útgávuni í Danmark. Hann fegnast um, at áhugin fyri bókini og føroyskum søguligum viðurskiftum tykist vera stórur eisini uttanfyri Føroyar. Hann hevur sjálvur stóran áhuga í føroyskum viðurskiftum, og stavar hesin ikki minst frá tíðini, hann sat sum fyrsti stjórin í Norðurlandahúsinum í Føroyum.
Steen Cold skipaði fyri samkomuni á Christiansborg hósdagin, har hann greiddi frá bókaútgávuni. Sjálvur rithøvundurin, Hans Jacob Debes, kundi tíverri ikki vera til staðar, men heilt uttan føroyskt íslett var samkoman ikki. Annika Hoydal, sjónleikari og sangkvinna, sum er búsitandi í Danmark, bar fram yrkingina Várstrond eftir H. A. Djurhuus til stóra frøði hjá gestunum.
Færingernes Land ? historien om den færøske nutids oprindelse ? skal upplýsa danir og norðurlendingar um føroysku søguna og um, hvussu spjaddir føroyingar standa og altíð hava staðið í spurninginum um tilknýtið til Danmark.
Føroyska søgan er rík, og sambært fyrrverandi blaðstjóranum, Henning Fonsmark, er bókin eitt kærkomið høvi at seta seg inn í viðurskiftini í Føroyum.
? Bókin eigur at minna donsku lesararnar um, at tað er ein heiður fyri okkum at fáa loyvi til at vera partur av teirra søgu. Tað øvugta hevur ikki altíð gjørt seg galdandi, sigur Henning Fonsmark um bókina hjá Hans Jacob Debes, professara.