Nýggja sjálvstýrissemjan, sum staðfestir, at Føroyar hava sjálvsavgerðarrætt, og sum miðar eftir at yvirtaka málsøki og minka blokkin fram móti fullveldinum, varð viðgjørd fyrstu ferð á løgtingið í gjár.
Sjálvstýrissemjan var fyrsta málið á skránni, tá tingfundurin varð settur klokkan tíggju gjáramorgunin. Á middegi, tá Sosialurin fór til prentingar, vóru framsøgurøðurnar júst lidnar. Men kortini var nógv eftir av orðaskiftinum.
Í týsdagsútgávuni av Sosialinum fara vit at taka saman um framsøgurøðurnar fyri tei ymsu flokkarnar.