Sjálvstýrisloysn i eygsjon


 

Sjálvstýrisflokkurin skal tryggja, at vit koma trygt á mál í Sjálvstýrismálinum. Og tað hava vit ongantíð havt so góðan møguleika til sum júst nú.

Tað er Føroya fólk sum savnað og miðvíst skal seta dagsskránna. Og tí skulu vit geva okkum neyðuga tíð, og hava fólkið við.

Í fullveldismálinum standa vit nú fult og heilt á upprunaliga uppskotinum frá Sjálvstýrisflokkinum, at yvirtaka øll málsøki sambært Heimastýrislógini eftir fastari skipan, at minka blokkin so líðandi niður, og tá ið hetta er liðugt, verður ein nýggj fólkaatkvøða, har fólkið fær møguleika at taka støðu til, um Føroyar skulu taka fullveldi. Sjálvstýrisflokkurin er ikki bakkaður ? tvørturímóti.

Saman við samgonguflokkunum verður nú farið undir at kunna og greiða frá fólkaatkvøðuni um eina trygga sjálvstýrisgongd, sum verður um mánaðarskiftið mai juni í ár.

Fyrsti fundur hjá Sjálvstýrisflokkinum verður á Landsbókasavninum týsdagin tann 6. februar kl. 19.00, har Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag hevur heitt á Helenu Dam á Neystabø, formann sjálvstýrisfloksins, um at greiða fundarfólkinum frá, hvussu fólkaatkvøðan verður skipað, og um ítøkiliga innihaldið. Síðani verður skipað fyri fundum ymsastaðni í oyggjunum, har politisku álitisfólk floksins fara at greiða frá.