Sjálvstýrislistin í Havn klárur

Listin hjá Sjálvstýrisfkokkinum í Havn er nú klárur og verður latin inn í morgin

Seinasta freist at lata inn listar til kommunuvalið, sum verður 13. november, er í morgin.
Flestu listar eru nú klárir og soleiðis er eisini við listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum í Havn. Flokkurin hevur stillað fimm fólk upp, og tey eru:
Kristianna Winther Poulsen
Oddva Nattestad
Teitur Vágadal
John Eysturoy
Jónas Johnsson
Sjálvstýrisflokkurin hevur einki umboð í sitandi býráði, men til løgtingsvalið í 2011 fekk Kristianna Winther Poulsen 162 avkvøður í Tórshavnar kommunu. Teitur Vágadal stillaði eisini upp ta ferðina, men fekk bert 11 atkvøður tilsamans, harav 10 í kommununi.
Eingin av teimum fýra, ið stillaðu upp til býráðsvalið seinast, er við á listanum hesaferð. Tá fekk Sigrun Mohr 314 atkvøður av teimum 539, sum listin fekk tilsamans.