Sjálvstýrislistin í Eysturoynni klárur

Sjálvstýrismenn eru nú klárir við sínum lista í Eysturoyar valdømi. Okkurt kent navn er á listanum

Uppstilling

Løgtingsval er sett at vera 30. apríl, og fleiri av flokkunum eru bæði lidnir við uppstilling og valskrá. Glið er nú eisini komin á uppstillingina hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum er klárur við sínum valevnalista fyri Eysturoynna. Á listanum er bæði kend og minni kend nøvn. Sámal Petur í Grund, Lasse Klein og Kári P. Højgaard eru millum nøvnini á listanunum, sum einans mannfólk er at finna á. Sjálvstýrisflokkurin fekk 708 atkvøður ella 11,7% av atkvøðunum í Eysturoynni við seinasta løgtingsval í 1998.

Listin sær soleiðis út:

Sámal Petur í Grund, Søldarfjørður
Lasse Klein, Saltangará
Kári P. Højgaard, Saltangará
Finnur Egholm, Eiði
Ditleif Eldevig, Fuglafjørður
Atli F. Hansen, Syðrugøta
Danial P. Hansen, Toftir
Kenneth Rasmussen, Saltangará