Landsnevndin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur í dag staðfest listan við teimum seks monnunum og einari kvinnu, sum fara at stíðast floksins vegna til fólkatingsvalið, og áheitanin á kvinnuligu valevnini til løgtinsvalið um eisini at stilla upp til fólkatingið gav einki úrslit.
Seinnapartin í dag boðaði Rúna Sivertsen annars frá, at orsøkin til at hon og eftir øllum at døma aðrar kvinnur við ikki vildu stilla upp til fólkatingsvalið er, at tær vilja mótmæla Kára á Rógvi, floksformann. Hon gótekur ikki leiðsluháttin hjá honum og floksleiðsluni annars, og verður ikki valevni fyri flokkin, soleingi formaðurin eitur Kári á Rógvi.
Landsfundin hevur eisini samtykt valskránna til fólkatingsvalið, sum er soljóðandi:
»Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi fer at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum í góðum samstarvi við grønlendsk og donsk tingfólk.
Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi fer at halda seg til allar samtyktir á Løgtingi og almenna politikk landsstýris. Serliga fara vit at leggja dent á at samskipa átøk fyri øktum útbúgvingarmøguleikum, orkusamstarvi og vinnumenning. Flokkurin fer ikki at draga føroyska ósemju á danating.
Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi fer at leggja dentin á praktisk samstarv við danir. Serliga er alneyðugt at samstarva um at fáa føroysk lesandi heim úr Danmark við heldur at flyta útbúgvingartilboð heim enn at senda tey lesandi niður.
Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi fer somuleiðis at virka fyri altjóða gestauniversiteti í Føroyum, har donsk og onnur útlendsk universitet kunnu velja at skipa undirvísing og gransking sum tilboð bæði til føroysk lesandi og útlendingar, ið vilja koma til Føroya.
Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi fer at mæla til at taka av føroysku fólkatingssessirnar sum frá líður. Í felagsskapi eiga Føroyar at vera javnsettar í ráðum og stovnum, og føroyska umboðið í Danmark eigur ikki at hava atkvøðurætt í donskum sermálum.
Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi fer at halda sessin heitan. Tann, ið umboðar Sjálvstýrisflokkin, fer ikki samstundis at sita á Løgtingi.«










