Tjøldur tita títt um teig,
hava strítt seg langa leið.
Ung og gomul kát seg frøa,
halda fund um vár at røða.
Døpur skýggj um fjallatindar,
bera boð um kaldar vindar.
Brátt er hvítt og kalt alt landið,
tjøldur svong og køld á sandi.
Men vónir góðar tjaldrið eigur,
væntar skjótt at byggja reiður.
Tol skal til, tað fer at linna;
sólin skal á vetri vinna.
Absalon Absalonsen