Jan Asbjørnsson Joensen
landsnevndarformaður
Nú hava stóru flokkarnir havt landsfund, og báðir leypa aftan á Sjálvstýrisflokkinum, uttan tó at nevna hann. Nú siga bæði Samband og Tjóðveldi, at vit skulu hava fleiri lestrarpláss í Føroyum.
Hetta er sjálvandi frálíkt. Men søgdu ikki báðir flokkarnir okkurt líknandi til síðsta val, tá ið øll tosaðu um altjóða universitet og bleyt virði?
Bæði Samband og Tjóðveldi hava sitið í samgongu hetta valskeiðið, men hvørgin hevur gjørt nakað nevniverdugt við lestrarpláss. Rætt er, at vit eru farin frá nærum ongum til eitt sindur av hægri útbúgving í Føroyum, men hvør strikaði neyðars 5 mió av játtanini hjá setrinum: fíggjarnevndin við Sambandi og Tjóðveldi á odda, tí pengarnir aftur skuldu brúkast til asfalt og betong.
Sjálvstýrisflokkurin lovar ikki nógv, men heldur síni vallyftir. Í valfaldaranum til seinasta val skrivaðu vit:
“Vit skulu skipa hægri útbúgving og gransking í Føroyum. Málið skal vera, at øll skulu kunna byrja og enda vanligar hægri útbúgvingar í Føroyum. Føroyskar útbúgvingar skulu vera so góðar, at útlendingar koma til Føroya at lesa.”
Hetta meintu vit og hetta meina vit. At Samband og Tjóðveldi aftur siga seg vilja fylgja eftir er frálíkt, men vit halda altso okkara vallyftir, so um tit eisini meina tað, so geru tit tykkum klárar, at fíggja eina munandi hækking av lestrarplássum á hægri stovnum í Føroyum, umframt at eftirskúli og skúladeplar kring landið við miðnáms og yrkisútbúgvingum skulu skipast.
Góðir útbúgvingarmøguleikar og ein búðskaparliga burðardygg fiskivinna eru bestu og fremstu fortreytir fyri menning og framburði.