Sjálvstýrisflokkurin verður ikki partur av CHE-samgonguni

Løgmaður gav á fundi fyri løtu síðani Sjálvstýrisflokkinum tilboð um at vera við í einum valtekniskum samstarvi við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin, men tað verður av ongum

Sjálvstýrisflokkurin tók ikki av tilboðnum um at vera við í einum tekniskum samstarvið við eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin. Tað hevði merkt, at teir vóru við í býtinum av nevndarsessum, men at teir ikki fáa nakran landsstýrissess.

Kári P. Højgaard sigur, at tá boð vóru eftir teimum, høvdu teir væntað, at teir fingu tilboð um at vera við í samgonguni, men tilboðið kom ongantíð, og tí er hann vónsvikin av.

- Sjálvstýrisflokkurin fer ikki at binda seg til at vera stuðulsflokkurin hjá eini samgongu uttan at vera beinleiðis partur av samgonguni, sigur Kári P. Højgaard.