Sjálvstýrisflokkurin átalar viðferðina mótvegis útlendingum

Sjálvstýrisflokkurin átalar ta viðfer, útlendingar búsitandi í føroyum fáa.
Innlendismálaráðið hevur sett eitt útgreiningararbeiði í verk fyri at gera greiðar reglur í samband við við­gerð av arbeiðs- og uppihalds­loyv­um.
Fyrrverandi landsstýris­maðurin, ið hevði málsøki um hendi, gav lyfti um, at meðan útgreiningar- arbeiði fór fram, skuldi eingin um­sókn um longt arbeiðs- og uppi­halds­loyvi sum uppfylti treytirnar, sýtast.
Danir hava skrivliga boðað frá, at allar umsóknir verða viðgjørdar og avgreiddar sam­svarandi tilmælinum frá Innlendismálaráðnum.
Nøkur teirra sum søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, hava búð her í áravís, eiga hús og heim, tosað málið, eru avhildin av bygdafólkinum og blivin ein virkin partur av føroyska samfelagnum.
Fleiri av hesum ganga vegna væntandi svar úr Inn­lendis­mála­ráðnum í støð­ug­um ótta fyri at løgreglan bankar á dyrnar og boðar frá, at nú skulu tey avstað.
Verandi mannagongd hoyr­ir ikki heima í einum fram­komnum samfelag, og er als ikki í samsvar við føroyska siðvenju og mentan.

Landsnevnd Sjálvstýrisflokksins
Sámal Petur í Grund, form.

Starvsnevnd Sjálvstýrisfloksins
Jan Asbjørnson Joensen

Kári P. Højgaard, floksformaður