Á landsfundi næsta vikuskifti fer Sjálvstýrisflokkurin at stilla upp til næsta løgtingsval Sjálvstýrisflokkurin sigur, at løgtingsval kann verða útskrivað við stuttum skotbrá og royndirnar vísa, at týðandi er, ikki minst fyri óroynd valevni, ungfólk við børnum og kvinnulig valevni, at fólk fáa høvi at stilla upp í góðari tíð.
Høvuðsgestarøðari á landsfundinum verður Hjálmar Waag Árnason, ið er fyrrverandi tingbólkaformaður íslendska Framsóknarfloksins. Hjálmar, sum er hálvur klaksvíkingur, fer at lýsa dirvi og ágrýtni hjá íslendingum og hvønn týdning tað hevur, fyri at kunna lyfta landið uppaftur úr aldudalinum.
Annar gestarøðari verður Ólavur Rasmussen, prestur, ið fer at greiða frá eftirskúlanum í Hvalba og øðrum mentanarátøkum í Suðuroynni.
Sjálvstýrisflokkurin sigur í tíðindaskrivi, at hann hevur havt stóra framgongd í atkvøðum og limatali síðstu árini, og at flokkurin væntar at fáa góða undirtøku og møguleika at fáa fleiri umboð vald, bæði í Klaksvík og í Tórshavn.