Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Við at lata standa til ella einki at gera, hevur samgongan tvinga útreiðslur yvir á kommunurnar
Røktarheim og sambýli
Hendan samgongan hevur einki gjørt viðvíkjandi røktarheimun og sambýlum, hóðast reypi um yvirskot uppá 4-600 mill. um ári, hevur verði óført tey seinastu 3 árini.
Hóast landi hevur ábyrgdina og pengarnar, hevur samgongan einki gjørt, men við at lumpa og lirka, hevur samgongan lagt útreiðslurnar á kommunurnar við at lata standa til.
Hendan mannagongd, við at lata standa til, gevur landinum sjálvsagt størri yvirskot, meðan kommunurnar mugu knógva undir størri og størri almannaútreiðslum, sum landi skuldi goldið.
Pensjonistarnir
Hvat Sjálvstýrisflokkurin, sum umsitur almanna-og heilsuverkið hevur gjørt fyri pensjonistarnar, eru pensjonistarnir best førir fyri at svara uppá, men seinasta dømi er, at eingin reingerð verður í summar vegna sparing.
Tíðindini í bløðunum um avlamispensjonistar í Suðuroy, sum noyðast at bíða í mánaðir og ár eftir, at avgerðir verða tiknar, er heldur ikki til nakran sóma fyri landstýrismannin í almanna-og heilsumálum.
Gjørt nakað fyri fólkið í Suðuroy?
Formaður Sjálvstýrisfloksins sigur, at tey so sanniliga hava gjørt nakað fyri fólkið í Suðuroynni:
? Selt Teistan av landinum, til stóran skaða fyri fólk og vinnulív í Suðuroy
? Tekur ikki undir við, at útjaðarin skal mennast t.d. við útgerðarhavn.
? Leggur upp til, at íløgur í samferðsluna (nýtt suðuroyarskip) skal minkast
? Leggur upp til, at kommunurnar skulu gjalda meira av almannaútreiðslum so at skattaprosentið má hækkast og harvið gera umstøðurnar hjá fólkið í kommununum munandi verri.
Ákæran
Tað er eingin tóm ákæra, at Sjálvstýrisflokkurin og samgongan prioriterar sjálvstýri fram um vælferð og serstakuliga vælferðina í útjaðarinum, har pensjonistar, avlamin og menningartarna eisini búleikast, tað hevur gongdin tey seinastu 3 árini víst, tí um viljin var til staðar kundi nakað av yvirskotinum á fíggjarlógini verði brúkt til oman fyri nevndu mál.
Gongdin tey seinastu 3 árini hevur eisini víst, at pengar eru tøkir, men viljin er ikki til staðar.
Livst, so spyrst.