Sjálvstýrisflokkurin ikki upp í samgonguna

- Sum støðan er nú, dugi eg ikki at síggja, at vit skulu fara upp í samgonguna, sigur formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum á tingi. Hinvegin heldur hann eisini, at tað er skeivt at fella samgonguna enn

- Sjálvstýrisflokkurin fer ikki upp í samgonguna.

Tað staðfestir Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins á tingi

Hann sigur, at Sjálvstýrisflokkurin fer nú at viðgerða politisku støðuna í allari floksleiðsluni.

Men hann sigur, at sum støðan er nú, dugir hann ikki at síggja nakran møguleika fyri, at Sjálvstýrisflokkurin fer upp í samgonguna.

Hóast Gerhard Lognberg er farin burtur úr, eru tað aðrir limir í samgonguni, sum hava eina ógreiða støðu.

Eitt nú er ivingarsamt, hvar tey bæði tjóðveldisfólkini, Bergtóra Høgnadóttir Joensen og Páll á Reynatúgvu flóta. Fyrrnevnda kennir seg ikki bundnan av tunnilstilmælinum og seinni nevndi krevur, at tunnilin byrjar tíðliga í 2011.

- Sostatt er støðan so mikið óviss, at tað er toluliga greitt, at vit fara ikki upp í samgonguna, sigur Kári P. Højgaard.



Fellur ikki løgmann

Men hinvegin dugir Kári P. Højgaard heldur ikki at síggja nakra skilagott í at fella samgonguna í løtuni.

- Vit vilja síggja tíðina ann, sigur Kári P. Højgaard.

Hann sigur, at tað eru nógv stóramál á skránni. Eitt nú skulu fiskidagarnir verða ásettir um tvær vikur og vit skulu hava nýggja fíggjarlóg.

Tí heldur hann ikki, at tað er rætt at skipa eina nýggja samgongu, sum støðan er nú.

Sostatt heldur Sjálvstýrisflokkurin ikki at grundarlag er fyri at fella samgonguna við einum misálitið, tí samgongan hevur helvtina av tinginum aftanfyri seg, men so er tað Gerhard Lognberg og vit teir báðir sjálvstýrararnir, sum taka støðu frá máli til mál.

- Støðan verður ikki tryggari at at fella samgonguna, tí so skal nýggj samgonga skipast, ella í ringasta føri fáa vit nýval og tað halda vit ikki er rætta loysnin beint nú, við teimum stórmálum, sum eru fyri framman.


Hinvegin heldur Kári P. Højgaard. at Sjálvstýrisflokkurin hevur nógv mál, sum hann kann samstarva við samgonguna um.

Og á floksleiðslufundi í næstum fer flokkurin at viðgerða støðuna og at fáa greiði á, hvørji mál, flokkurin skal leggja dent á.

- Vit eru í eini bíðistøðu og hesa tíðina, vit bíða, taka vit støðu frá máli til mál.