Sjálvstýrisflokkurin, sum situr í andstøðu, valdi at atkvøða við samgonguni, tá broytingaruppskotið um at skerja fiskidagatali við átta prosentum, var í løgtinginum í gjár. Úrslitið var, at 16 atkvøddu fyri, 16 atkvøddu ímóti, og ein atkvøða var blank. Um Sjálvstýrisflokkurin hevði atkvøtt við andstøðuni, hevði samgongan tí fingið ein dyggan frammaná.
Kári P. Højgaard er formaður í Sjálvstýrisflokkinum. Hann sigur, at tað var týdningarmikið at fáa rætta veiðutrýstið, heldur enn at koppa samgonguni.
- Var hetta ikki eitt upplagt høvið hjá tykkum at seta kílar í samgonguna?
- Trupulleikin er, at vit viðgera okkara høvuðsgrundarlag, sum er fiskivinnan. Málið um fiskidagarnar er sera týdningarmikið. Vit skulu syrgja fyri at fáa rættstillað veiðutrýstið, og eg síggi ongan orsøk at fella samgonguna í hesum málinum. Tá skulu vit heldur hugsa um, at fiskivinnan hevur tryggar karmar í framtíðini, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, við Rás2 í dag.