Landsfundurin hjá Sjálvstýrisflokkinum verður í Pálsstovu í Havn leygardagin. Fundurin verður settur kl 10 Á skránni er formansfrágreiðingin hjá Kára P. Høgjaard, floksformanni, Kári á Rógvi, nýggi tingmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum fer eisini at halda røður, eins og formaðurin í ungmannfelagnum hjá flokkinum. Eftir tað verður orðið frítt. Gestarøðarin, Leila Solmunda, sum er forkvinna í MBF fer at lýsa týdningin av, hvusus umráðandi tað er, at ST sáttmálin um rættindi teirra brekaðu verður samtyktur, staðfestur og fylgdur. Fundur heldur áfram til kl 17.