Sjálvstýrisflokkurin heldur gjørdar avtalur!

Í seinastuni er ivi sáddur um, hvørt Sjálvstýrisflokkurin fer at halda gjørda avtalu um verkætlan SALT.

Sjálvandi hevur tingið enn ikki viðgjørt umbønina um stuðul frá SALT út í æsir. Treytir skulu setast, so verkætlanin verður so fulfíggjað sum møguligt. Hvørt hetta skuldi havt verið gjørt til fulnar í nógv umrøddu skrivligu tilsøgnini frá floksformonnunum, kunnu vit altíð diskutera.
Ein nýggj støðutakan krevur, at grundarlagið fyri støðutakanini er grundleggjandi broytt, og er tað ikki tilfeldið, eigur polittiska skipanin ikki at broyta meining
Eg vil tískil staðfesta, at Sjálvstýrisflokkurin stuðlar og heldur gjørda avtalu við SALT, júst soleiðis sum undirskrivað av Kára P. Højgaard. Verkætlanin skal stuðlast, og peningur játtast í ár.