Listin hjá Sjálvstýrisflokkinum í Streymoynni til løgtingsvalið komandi er eitt týðuligt boð um, at fólk skifta flokk. Á listanum eru Rúna Sivertsen, sum hevur umboðað Fólakflokkin á tingi í seks ár, og Heðin D. Poulsen, sum onkur skifti hevur verið varamaður hjá Fólkaflokkinum á tingi.
Umframt tey bæði, so er eisini Kári Petersen, búskaparfrøðingur, eisini á listanum. Hann hevur verið trúgvur á Javnaðarlistanum í nógv á – og hann hevur fleiri skifti verið varamaður á tingi fyri Thomas Arabo – serliga í valskeiðinum frá 1984-88.
Til komandi løgtingsval verður bara ein listi hjá hvørjum flokki, nú Føroyar eru eitt valdømi.
Valevnini, sum valfeløgini hjá Sjálvstýrisflokkinum í Surðurstreymoy og Norðurstreymoy mæla til at stilla upp á listanum, eru hesi:
Heðin D. Poulsen, løgfrøðingur í Havn
Kári á Rógvi, lógkønur í Havn
Kári Petersen, búskaparfrøðingur í Havn
Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna
Ronald Poulsen, byggifrøðingur í Havn
Rúna Sivertsen, miðlafólk í Streymnesi
Súsanna Mortensen, rektari í Havn
Afturat hesum koma møguliga onnur valevni úr Streymoynni umframt úr hinum oyggjunum.
Endaliga uppstillingin hjá Sjálvstýrisflokkinum verður avgreidd á landsumfatandi uppstillingarfundi.