Sjálvstýrisflokkurin broytt bygnað

Sjálvstýrisflokkurin skal nú hava eina floksleiðslu og ein politiskan fomann, sum er talsmaður úteftir

Á floksfundi leygardagin samtykti Sjálvstýrisflokkurin at broyta leiðslubygnaðin fyri flokkin.

Eftir verandi skipan hevur Sjálvstýrisflokkurin ein formann í tingbólkinum og ein formann fyri landsnevndina. Formaðurin fyri landsnevndina virkar sum formaður fyri baklandi, meðan formaðurin í tingbólkinum er politiskur formaður.

Hendan skipan hevur verið heldur ørkymlandi, tí hon hevur skapt iva um, hvør er veruligi formaður floksins. Flokkurin og fólk yvirhøvur hava ivast í, hvør av hesum formonnum er tann, ið alment eigur at melda út vegna flokkin.

Nýggja skipanin leggur upp til, at flokkurin framvegis skal hava ein politiskan formann og ein formann fyri landsnevndina. Men eftir nýggju skipanini skal tað verða politiski formaðurin, ið er talsmaður floksins úteftir. Formaðurin fyri landsnevdina skal taka sær av ymsum umsitingarligum uppgávum og samskipan. Floksformaðurin skal annahvørt vera løgtingsmaður ella landsstýrismaður.

Báðir formenninir verða valdir beinleiðis á hvørjum landsfundi.