Tíðindaskriv frá Sjálvstýrisflokkinum
Flokkabýtið á Føroya Løgtingi gjørdist veruleiki fyri 100 árum síðani, tá breiða samstarvið á tingi endaði. Sjálvstýrisflokkurin gjørdist framhald av Føroyingafelagnum og Føroya Framburðsfelag og hevur síðani alsamt strongt á fyri stigvísum sjálvræði og framburði fyri Føroyar.
Mótstøða hevur verið í bæði borð. Øðrumegin vildu summi antin raðfesta annað hægri, ella litu ikki nóg mikið á tjóðarviljan. Men eisini á sjálvstýrisvonginum hava nøkur vilja strongt á uttan at tryggja sær, at menning og útbygging stuðlaðu undir sjálvræði.
Nú øld er liðin síðani flokkabýtið, hevur leiðin hjá Sjálvstýrisflokkinum sigrað. Allir flokkar taka undir við yvirtøkum stig fyri stig, allir flokkar eru við at tryggja útjavnan, útbúgving og samskifti, ið koma øllum borgarum landsins til góðar.
Eins og flokkurin hevur samstarvað við allar hinar flokkarnar á løgtingið, eru eisini øll sjálvstýrissinnaði vælkomin at leggja støðið undir aðru sjálvstýrisøldina, ið væntandi førir okkum stigvíst fram til Føroyar sum fullvalda ríkið við egnari grundlóg, sjálvbjargni og møguleikum fyri øll.
Flokkurin hevur eisini skrivað minnisrit um farnu 100 árini, um uppruna, hugsjónir og avrik floksins, men eyðvitað við serligum atliti til ætlanirnar fyri teimum næstu hundrað, ið uttan iva enn meira fara at vera merkt av hóvligu sjálvbjargnisleiðini.
Fríggjamorgunin tann 10. novembur kl. 10.00 bjóðar flokkurin tí tíðindafólkum og øðrum til tíðindafund á Parnassinun á Hotel Hafnia. Á tíðindafundinum fer formaðurin og tingmaður flokksins, Kári P. Højgaard og onnur at leggja fram minnisritið. Harumframt fer Kári P. Højgaard at kunna um virksemi flokksins, komandi aðalfund og landsfund, sum verður hildin á Hotel Hafnia leygardagin tann 11. november kl. 09:30 – 15:00.
Sjálvstýrisflokkurin fer at hátíðarhalda farnu 100 árini við sjálvstýrispolitikki við veislu í B36 húsinum tann 11. november kl. 19.00 ?Matskráin verður eitt fjølbroytt samgonguskjal av øllum góðum og passaligum afturvið. Røður og sangur verða miðsøkjandi, skemtiligar og hóskiliga stuttar. Eftir borðhaldið verður dansað stig fyri stig til tann ljósa morgun.