Sjálvstýrisfólk ymisk á máli

Valskráin hjá Sjálvstýrisflokkin er løgd fram. Sjálv framløgan var merkt av, at vítt er til veggja í flokkinum. Sjálvstýrisflokkurin var í fleiri førum rættiliga ógreiður um, hvat flokkurin stendur fyri í einstøkum málum

Postmaður, forsangari, koyrilærari, landsstýrismaður, fyrrverandi tjóðveldismenn og búskaparfrøðingur. Valevnini hjá Sjálvstýrisflokkinum til løgtingsvalið mugu sigast at vera er ein góð blanding av bommum. Hvussu væl bommini fara smakka, fáa vit at vita 20.januar.
Veljarakanningarnar hava spátt flokkinum eitt hart valstríð, har stóra uppgávan verður at vinna sætið á tingi aftur. Komandi14 dagarnar fara sjálvstýrisfólk kring landið at arbeiða miðvíst fyri, at næst elsti flokkur í Føroyum varðveitir tingsessin.
Uppskriftin til valstríðið varð løgd fram týsmorgunin. Framløgan av valskráini hjá Sjálvsstýrisflokkinum var heldur øðrvísi skipað enn framløgurnar hjá hinum flokkunum hava verið.
Sammett við undanfarnar framløgur, hevur tað í stóran mun verið floksleiðarin, ið hava svarað spurningum frá fjølmiðlafólki, men undir framløguni hjá Sjálvstýrisflokkurin, sluppu fleiri ymisk valevni fram at at svara spurningum.
Hetta gav eina øðrvísi dynamikk, men var eisini við til at gera framløguna ørkymlandi. Dømi vóru um, at áskoðanin hjá floksformanninum Kára P. Højgaard ikki var tann sama um hjá onkrum av valevnunum.
Nevnast kann eitt nú spurningurin um útlendska partin í alivinnuni, har nýggja valevni í Suðurstreymi, Malan Johansen hevði eina greiða áskoðan, men floksformaðurin var heldur ógreiður um støðuna hjá flokkinum. Tað sama var galdandi viðvíkjandi spurningin um yvirtøkulógirnar, har ymiskar meiningar vóru, hvussu skjótt skuldi farast fram.
Sum sagt var ógreiði boðskapurin hjá Sjálvstýrisflokkinum í einstøkum málum ørkymlandi, tí undir eini framløgu av valskráini hjá flokkinum, hevði ein væntað, at flokkurin hevði ein so greiðan boðskap sum gjørligt.

Kittið
Sjálvstýrisflokkurin verður ofta nevndur sum kittið í føroyskum politikki. Flokkurin hevur verið í nógv flest samgongum eftir Heimastýrislógina. Flokkurin er ein pragmatiskur miðflokkur, sum kann samstarva við allar flokkar. Leiklutin sum miðflokkur í politisku skipanini hevur flokkurin ongar ætlanir um at sleppa.
? Valið hesaferð fer ikki at snúgva seg um loysing ella samband, ei heldur høgra ella vinstra. Løgtingsvalið verður eitt val um miðjuna, har vit eru at finna, sigur Kári P. Højgaard.
Sjálvstýrisflokkurin vil eins og hinir flokkarnir ikki útihýsa nøkrum flokki,
áðrenn valúrslitið fyriliggur. Kári P. Højgaard róð framundir, at Sjálvstýrisflokkurin fer í ta samgongu, har flokkurin fær mest burturúr· Formaður Sjálvstýrisfloksins var ikki samdur við uppáhaldini hjá Tjóðveldisflokkinum um, at Tjóðveldisflokkurin er lokomotivið á sjálvstýriskós.
? Vit eru noydd at hava eina sjálvstýriskós, har alt fólkið er aftanfyri. Sjálvstýrisflokkurin stendur fyri einari realistiskari kós í sjálvstýrismálinum, og eg haldi, at vit kunnu kalla okkum lokomoti, sigur Karí P. Højgaard.

Stuðulin tikin burtur
Á tíðindafundinum týsmorgunin kom fram, at Sjálvstýrisflokkurin heldur ikki fer at stuðla Anfinni Kallsberg sum møguligum løgmansevni eftir valið 20.januar. Sjálvstýrisflokkurin hevur annars havt eitt tætt samstarv við Fólkaflokkin seinastu árini, og eftir avdúkingarnar um løgmann í bókini, Skjót journalistin, var Sjálvstýrisflokkurin skjótur at stuðla løgmanni.
Nú er kortini vent í holini. Flokkurin sigur, at av tí, at allir hinir flokkarnir ikki vilja hava Anfinn Kallsberg sum løgmansevni, heldur flokkurin ikki, at tað er ráðiligt, at flokkurin stuðlar honum. Lasse Klein legði afturat, at tað var ikki gamalt, at Sjálvstýrisflokkurin peikaði á eitt ávist løgmansevni, áðrenn valúrslitið fyri lá.

Útlendingar í alivinnuni
Sjálvstýrisflokkurin sigur í valskrá síni, at flokkurin vil virka fyri sjálvberandi føroyskum vinnulívi. Víðvíkjandi kreppuraktu alivinnuni, heldur Sjálvstýrisflokkurin, at útlendingar skulu sleppa í størri mun fram at, enn teir gera í dag. Flokkurin heldur eisini, at fíggingarstovnarnir eiga at fáa pant í aliloyvunum.
Hóast Sjálvstýrisflokkurin tóktist vera nakað ógreiður um, hvussu stóran part útlendingar skulu sleppa at eiga í kreppuraktu alivinnuni, so vóru kortini røddir um, at útlendingar eiga sleppa at eiga 100% , um teir ynskja tað. Flokkurin setti kortini sum treyt, at útlendingar binda seg til at brúka aliloyvini á føroyskum firðum. Størri útlendskur partur og møguleiki fyri panti í aliloyvum skal verða við til at fáa alivinnuna upp á føtur aftur.

Gengransking
Sjálvstýrisflokkurin sigur seg vilja hava kjakið um gengransking í Føroyum í ljósmála aftur. Sámal Petur í Grund sat seinast í nítárunum sum landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í Alannamálum, og tá var møguleikin um gengransking havdur á lofti.
Sámal Petur ásannar, at talan er um viðkvæmar upplýsingar hjá fólki, men hann heldur ikki, at tað eigur at taka fleiri ár, áðrenn ein politisk semja verður gjørd á økinum.