Seinnapartin klokkan 15.05 verður aftur valsending á FM1.
Vertur verður Árni Gregersen, journalistur.
Í dag verða tað valevni hjá Sjálvstýri sum vitja Rásarúmið í vesturbýnum í Krosslíð í Havn.
Sendingin verður endursend millum klokkan 20 og 21 í kvøld.
Sendingin verður løgd út á in.fo aftaná klokkan 21 í kvøld.
Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.