Fiskur er enn høvuðsgrundarlagið undir okkara vælferð. Har fiskurin samlast er lív í. Við hesum í huganum fór eg upp í arbeiði at fyrireika landingarmiðstøð á Tvøroyri. Tungt hevur tað verið, men nú stendur úrslitið uppi og er klárt at byrja arbeiðið fyrst í komandi ári. Eitt úrslit av áhaldni at røkka málinum, sum viðhvørt tóktist at vera nokk so ómøguligt, var eydnað. Og nettupp tað at røkka málinum og ongantíð sleppa ætlanini er tað, eg ætli at taka við í tað politiska arbeiði bæði innan mín flokk og í størri høpi:
Tað skal vera gott at vera bæði ungur og gamal í Føroyum. Frítíðarmøguleikar fyri ung verða raðfest frammalaga , íbúarmynstri verður endurskoðað, tað skal vera møguleiki bæði at seta føtur undir egið borð og búgva bíliga seinni í lívinum tá krefturnar byrja at ganga undan. Eisini skal vera lættari at vera barnafamilja í Føroyum og fólkapensiónin eigur sum skjótast at verða dagførd.
Útróðrarflotin er illa fyri. Grundarlagið at investera til nýgerð er burtur. Har skal arbeiðast fram ímóti betri lánimøguleikum, loyvi at flyta avlop frá einum ári til næsta, og minstiforvinningurin skal aftur á sama støði, sum hann var áðrenn broytingaruppskoti í desembur 1997.
Sjálvstýri við ábyrgd. Tað merkir m.a. at einki skal yvirtakast uttan tað er búskaparliga forsvarligt, og at fólksins vælferð við verandi inntøkumøguleikum ikki verður skerd. Fólkið eigur at verða spurt eftir hvussu langt og hvussu skjótt vit skulu at fara.
Suðringar! Sjálvstýrisflokkurin og valevni tess heita á tykkum um at standa saman um flokkin. Við áhaldni fara ogur at náa tey mál sum eru sett. Nøkur av teimum eru longu nádd og eitt av teimum fara ogur at merkja tá nýggji Smyril væntandi fer í sigling komandi ár.