Sjálvstýri uttan loysing

Fortreytin fyri øllum broytingum, eisini teimum á sjálvstýrisleið, er, at vit hava eitt samhaldsfast samfelag fyri fræls menniskju, har umsorganin fyri felags áhugamálum og vælferð fólksins er í hásæti

Tórsdagin legði Javnaðarflokkurin á tíðindafundi fram bóklingin: ?Hetta vil Javnaðarflokkurin á sjálvstýrisleið?. Eftir rættiliga drúgvt arbeiði, har roynt hevur verið at ítøkilgera teir tankar, sum hava ligið aftan fyri hugtakið sjálvstýrislóg, verður nú boðskapur floksins borin út í hvørt hús í landinum, soleiðis at hvør í sínum lagi kann gera sær sínar metingar.

Politikkur Javnaðarfloksins hevur frá fyrsta degi bygt á, at fortreytin fyri øllum broytingum eisini teimum á sjálvstýrisleið, er, at vit hava eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har umsorganin fyri felags áhugamálum og vælferð fólksins er í hásæti. Og hesar politisku fortreytir eru ikki broyttar í dag, tvørturímóti. Hetta er okkara grundstøði, og allur okkara politikkur eisini sjálvstýrispolitikkur byggir á hetta fundamentið.

Javnaðarfólk savnast ikki um javnaðarhugsjónina, tí vit eru so og so samd um sjálvstýrispolitikkin. Nei, vit eru samd um okkara grundstøði. Vit eru samd um tær politisku fortreytirnar. Og rætt skal vera rætt,. vit eru rættiliga ósamd um, hvat skal henda á sjálvstýrisleið. Tí hevur tað eisini verið torført hjá flokkinum at stinga út í kortið á sjálvstýrisleið, men nú er tað so gjørt, og vónandi fær uppskotið góða undirtøku.

Og flokkurin hevur bygt sín sjálvstýrispolitikk á rætta grundstøðið. Vit koma ikki við romantiskum dreymum um, hvussu viðurskiftuni verða loyst. Nei, vit byggja allan politikkin á, at fóksins vælferð fær fyrsta prioritet.Vit offra ikki fólksins vælferð á sjálvstýrisins altari.

Tí fara vit ikki úr ríkisfelagsskapinum, og tí siga vit, at ríkisstuðulin bert minkar í takt við eina økta framleiðslu her heima. Ikki eina framleiðslu, sum møguliga fer at koma, men eina framleiðsla, sum er staðfest.

Tjóðveldisfólk savnast um Tjóðveldisflokkin, tí tey eru samd um, at málið fyri tey er, at Føroyar loysa frá Danmark. Hetta bindur tey saman, og tað skulu vit onnur sjálvandi eisini virða. Men so eru tey rættiliga ósamd um onnur samfelags viðurskiftu, og tað síggja vit eisini í dagsins politikki, har ein partur av Tjóðveldisflokkinum liggur langt til høgru, meðan nøkur liggja á kós við Javnaðarflokkin. Og soleiðis hevur tað altíð verið í Tjóðveldisflokkinum, har grundstøðið er loysingin ella fullveldið.

So hesir báðir flokkar hava ymisk grundstøði.

Nú fer boðskapur Javnaðarfloksins út til fólksins meting, og vit fara í tí sambandinum at halda fundir runt um í landinum, har vit fara at greiða nærri frá, og har vit fara at kjakast við fólk um sjálvstýrislógina.

Fjølmiðlarnir royndu so í gjár at bera boðina fram um henda góða faldara. Ymiskt var, hvussu hetta hepnaðist. Onkrir av hesum tíðindamonnum høvdu stórar trupulleikar av at halda seg objektivar, meðan uppaftur aðrir lótu journalistisku uppgávuna upp í hendurnar á Høgna Hoydal. Men tað bleiv tað avgjørt ikki betur av.

Eg veit ikki, hví tað er vorðið so løgið her á landi, at um onkur dittar sær fram við sínum hugsanum um sjálvstýrispolitikk og hesar ikki eru í tráð við hugsanini hjá teimum ráðandi, so skal alt leggjast fram fyri Høgna Hoydal, sum skal fella endaliga dómin. Minnir ikki sørt um, tá ið pávin í Rom skal taka dagar ímillum , hvat er rætt, og hvat ikki er rætt í trúarspurningum. Hansara orð verða nevnd: ?Ex Catedra?, og hann hevur sjálvandi altíð rætt.

Men hvat segði Høgni Hoydal fyrradagin. M. a. minnist eg nøkulunda hesi brotini:

- hetta er bert eitt framhald av galdandi heimastýrislóg

-nú er lítil og eingin munur millum Javnaðarflokkin og samgonguna

-her er stórur munur á, hvat samgongan vil, og hvat Javnaðarflokkurin vil

-eg sakni, at Javnaðarflokkurin sigur okkum, hvat munurin er á teirra og okkara uppskoti


Men av hesum verður málið bara gruggað meira til. Og eg haldi, at tíðindamenn áttu at havt givið Høgna neyðugu tíðina, áðrenn teir bóðu hann ?ex catedra? fella endaliga dómin.

Men latið okkum nú geva Føroya fólki sjálvi møguleikan óheft at taka støðu.

Nú er ikki longur bert talan um fullveldi ella einki. Nú finst eitt alternativ.

Ein av rithøvundunum av faldaranum segði so rámandi:

Javnaðarflokkurin vil hava sjálvstýri uttan loysing

Samgongan vil hava loysing uttan sjálvstýri.


Jóannes Eidesgaard

floksformaður