Sjálvstýrið í tíðarneyð??

?Kári Højgaard hevur áhugaverda grein í fjølmiðlunum undir yvirskriftini “Latið okkum brúka tíðina betur”. Kári hevur í greinini hvassar atfinningar móti sínum starvsfeløgum í Løgtinginum, sum seinasta fríggjadag skiftu orð um heildarveitingina upp á 615,5 mió. fyri 2011.

Høvuðsatfinningin er, at orðaskiftið um heildarveitingina var ov drúgt. Grundgevingarnar hjá Kára eru, at talan var um eitt lítið týðandi mál, og at orðaskiftið onki flutti.? ?Og so endar løgtingsmaðurin grein sína við at siga, at hann ikki vil vera partur av eini andstøðu, sum kennir ábyrgd fyri samgonguskjalinum.? ?Tað er undirhaldandi at lesa greinina. Serliga tá man veit, at Kári Højgaard vanliga ikki aftrar seg við at taka orðið, og í mongum førum vera við til at leingja um orðaskiftið. Tá Kári sigur, at orðaskiftið fríggjadagin onki flutti, kann eg koma í tankar um mong orðaskiftir, har Kári hevur brúkt alla sína talutíð – og gott og væl tað – uttan at nakað er flutt. Tað er mangan ótakksami leiklutur okkara í andstøðu. Men tá Kári so biður okkum um at brúka tíðina betur, kann eg ikki lata vera við at spyrja hvussu. Júst hetta heystið man vera tað soltnasta nakrantíð tá um tingfundir ræður. Høvdu vit ikki brúkt tíðina hendan fríggjadagin til at skifta orð um heildarveitingina, høvdu vit sitið heima. Har vóru nærum ikki onnur mál at viðgera!! So tí má eg spyrja Kára, hvussu vit hendan dagin kundu brúkt tíð okkara betur sum løgtingsmenn.? ?Málið um heildarveitingina alt annað enn eitt smámál. Heildarveitingin er høvuðsatvoldin til, at londini í ríkisfelagsskapinum ikki eru javnbjóðis partar. Tann, sum letur, og tann, sum fær, eru ikki á sama politiska valdsstigi. Danir ráða framvegis á mest týðandi politisku økjunum í Føroyum. Dómsvaldið er danskt. Fíggjarøkið er danskt. Uttanríkismál, útlendingamál og marknamál eru øll á donskum hondum. Og mong onnur við. Var heildarveitingin burtur, kundu vit havt ein ríkisfelagsskap á jøvnum føti. Men hettar fær ikki Kára Højgaard at halda, at eitt orðaskifti um heildarveitingina eigur at taka okkara dýrtkeyptu tíð. ? ?Enntá tjóðveldismaðurin Sjúrður Skaale gjørdi roknskapin upp fyri tingfundin fríggjadagin og segði, at hann kostaði umleið 70.000 krónur. Eg spyrji bara, hvussu slíkt kann roknast út. Tingfundur ella ikki so er kostnaðurin tann sami. Tí vit løgtingsmenn fáa ikki avriksløn. Vit fáa fasta løn. Um vit gera nakað ella onki, er lønin hin sama.? ?Tí haldi eg, at bæði Kári og Sjúrður hava latið seg í, nú løgtingsvalið byrjar at daga undan. Í tann populistiska búnan. ?