Grønlendska sjálvstýrið skal hava ein nýggjan grafiskan samleika, sum skal vísa, at landið er ikki eitt heimastýri longur. Tann nýggi grafiski samleikin skal brúkast á heimasíðuni hjá sjálvstýrinum, og hann skal eisini prýða bravpappírið og allar faldarar hjá myndugleikunum.
Ein tann størsta broytingin er, at orðini ?Grønlands Selvstyre? hvørva og við tí eisini allur tann danski teksturin. Í framtíðini verða øll hugtøkini á grønlendskum og enskum máli. T
að merkir millum annað, at ístaðin fyri ?Landsstyret? fer at standa ?Naalakkersuisut? og ?Government of Greenland?, sigur kringvarpið KNR.










