Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt fram uppskot um at raðfesta allar yvirtøkur, so vit lagaliga og væl fyrireikað fáa øll málsøki á føroyskar hendur sum frá líður.
Eftir uppskotinum skulu tær yvirtøkur koma síðst, sum føra við sær niðurskurð í blokkinum.
Kári á Rógvi, formaður Sjálvstýrisfloksins sigur, at landsnevnd floksins hevur samtykt ikki at lækka blokkin næsta valskeið.
- Hetta eru greið boð til Tjóðveldis og Miðfloksins um, at vit heldur vilja leggja dent á tær førleikagevandi yvirtøkurnar, teirra millum at taka yvir útlendigaøkið, familjulóg og skipa føroyskan landsrætt, sigur Kári á Rógvi.
Hann sigur, at verður uppskotið samtykt, so henda yvirtøkurnar av sær sjálvum stig-fyri-stig yvir 10-ára skeið, men til ber at samtykkja at útseta yvirtøkur, um tær ikki eru nóg væl fyrireikaðar ella fíggjarorkan ikki er til teirra.
- Tí er uppskotið eisini greið boð til BC-blokkin um, at sjálvstýristilgongdin er ikki at steðga.










