Sjálvstýri krevur sjálvsálit

? Vit vilja heldur kjakast um sjálvstýrislógina, sum er tann stóra avbjóðingin. Men hon krevur sjálvsálit, hon krevur, at vit vita, at vit eru javngóðir, at vit eru førir fyri at telva, at vit eru førir fyri at verja, og at vit eru førir fyri at skapa einar størri og ríkari Føroyar fyri fleiri enn nú. Einar sjálvstøðugar Føroyar, segði

Jóannes Eidesgaard m. a. í Føroyahúsinum í Keypmannahavn mánakvødlið. Hann hevur sent okkum røðuna

Kjakfundur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn 1. mars 1999 um fullveldisætlan landsstýrisins.

Afturvendandi, síðan henda landsstýrissamgongan varð skipað í mei mánaði í fjør, hevur verið, at vit onnur, sum ikki syngja við fullveldiskórunum, hava verið hálaði inn á leikpallin fyri at siga okkara hugsan um teirra hugsan. Vit skulu brúka nógva tíð og orku til at rættvísgera, at vit ditta okkum til ikki at hava somu politiska uppfatan, sum samgongan og meirilutin á løgtingi hevur. Tað verður dag og dagliga kravt av okkum, at vit skulu grundgeva fyri, at vit ikki eru sum hini. At vit eru øðrvísi. Og okkara almennu fjølmiðlar eru als einki undantak. Men tað er kanska munandi lættari eisini hjá teimum, tá vit øll onnur bert skulu taka støðu til eitt og bert eittans mál.

Men er málið bara ?svart ella hvítt?? Laga vit við vilja viðurskiftuni soleiðis, at vit ikki longur skulu hava valmøguleikarnir, sum liggja millum svart og hvítt ? millum fullveldið og samband. Ja, tað tykir mær so. Nuansurnar eru pakkaðar burtur, tí tær tæna eyðvitað ikki tí rætta endamálinum. Ein partur av politikkarunum stuðlaðir av almennu fjølmiðlunum hava fingið snarað málið burtur úr heildini, soleiðis at tað nú er eitt ?alt ella einki? val. Um ikki fullveldið og loysing, so tað svartasta samband, hvørki meira ella minni.


Ikki ein trúarspurningur

Men hetta er tað sum hendur, um bert kenslurnar ótarnaðar sleppa leysar. Við allari viðrðing fyri kenslum, fólksligum og politiskum, so ber ikki til at byggja alt ov nógv á kenslur, og als ikki ber til samstundis heilt at kasta alla sunna fornuft yvir borð og bert hava kenslurnar eftir. Og tað má sigast at vera ein av fremstu uppgávunum hjá bæði politikkarum og hjá fjølmiðlunum, at vit ikki í ovfarakæti missa alternativini burtur.

Tá kann málið knappliga meira gerast eitt religiøst mál enn nakað annað. Og spurningurin um viðurskiftuni millum Føroyar og Danmark, spurningurin um ríkisfelagsskap ella ei, eigur ikki at verða ein trúarspurningur - alt annað. Og als ikki eigur tann búskapliga avleiðingingin av fullveldinum at gerast ein trúarspurningur, so sum okkara háttvirdi fíggjarmálaráðharri gjørdi tað til henda dagin í tinginum.At vit fóta okkum búskaparliga uttan ríkisstuðul er ein trúarspurningur, hvørki meira ella minni sambært fremsta búskaparliga framsøgumann fullveldisins.

Gerst eitt mál ein trúarspurningur kann verða trupult at borðreiða við rationellum grundgevingum. Málið verður óímóttakiligt fyri tí sunni fornuftini. Kjakið verður fundamentalistiskt, meðan dreymurin tykist sakleysur. Dreymurin um:

Flaggdag og ólavsøku, hornorkestur, talarastólar ella ovast á onkrari trappu, fullveldisrøðarar, ?Sjá tú blánar sum loftið?, ?Tú alfagra land mítt?, fullveldið og frælsið, vit vónaðu, vit droymdu, vit trúðu, og vit sigraðu. Og so allir hinir, sum ávaraðu, ljósasløkkjararnir. Lat teir nú silgla sína egna sjógv.


Gerandisdagurin

kemur aftur

Og er tað so ikki í lagi, at menn hava hesar dreymar? Jú, politiskir dreymar, tað kann vera nakað av tí vakrasta, vit kunnu ímynda okkum. Hvør minnist ikki røðuna um dreymin hjá Martin Luther King? Sanniliga bjartur og lívsjáttandi.

Men politiskir dreymar kunnu sanniliga eisini vera nakað av tí mest vanda-mikla, mannaættin kann verða leidd útí. Tað kenna vit alt ov væl.

Aftaná at hesin dreymur er gingin út, tá koma politisku timburmenninir. Aftaná at forfeingiligheitin er nøktað, kemur rokningin. Aftaná hátíðarhaldið á Vaglinum, í Vágstúni, á Muntra, í Valinum og á Fløtini Fríðu kemur gerandisdagurin, har vit fara úr okkara fínastu fullveldiskotum í aftur arbeiðsklæðini. Og knappliga hava vit hesi triviellu, keðiligu og gráu trupulleikarnir aftur á kroppinum. Fíggjarlóg, skerjingar og sparingar, fiskiskapur, almannaverk, utbúgvingarverk, arbeiðsloysi , eldrapolitikkur, trupulleikar í vinnuni o.l.

Eitt og hvørt politiskt framtak so sum fullveldisætlanin hevur eisini eitt mál. Tú satsar fyri at vinna. Jú, betur undirbygd ætlanin er, jú minni satsar tú, og jú lættari er at fáa hendur á vinningin.


Jarðbundirð alternativ

Og vinningurin er sambært teir sjálvar, at Føroyar fáa altjóðaviðurkenning sum eitt land við fullveldi. Eitt land, sum kann kalla seg frælst, og sum er leyst av allari útlendskari trælkan og uppíblanding.

Men er tað ikki ein sunn ætlan, at vit eiga eitt frælst land? Er frælsisstrembanin ikki eitt mál hægri enn nakað annað. Jú, sanniliga er tað, og tað taka vit eisini í Javnaðaflokkinum av heilum huga undir við. Tað er eisini okkara mál.

Javnaðarflokkurin hevur lagt fram sítt uppskot til broytingar. Okkara uppskot til eina sjálvstýrislóg. Eitt veruligt alternativ, sum er jarðbundið, realistiskt, og sum fult út røkkur okkara frælsisstremban. Gevur okkum møguleikar at ogna okkum alt tað sjálvstýri, sum vit ynskja, eftir einum leisti, har vit hava møguleika fyri at taka neyðugu fyritreytirnar við. Fyritreytir sum umsitingarligur førleiki og fíggjarlig orka. Ein møguleiki, sum byggir á ?common sense? og næstan onga forfeingiligheit.


Krevur sjálvsálit

Vit vilja tí heldur kjakast um sjálvstýrislógina, sum er tann stóra avbjóðingin. Men hon krevur sjálvsálit, hon krevur, at vit vita, at vit eru javngóðir, at vit eru førir fyri at telva, at vit eru førir fyri at verja, og at vit eru førir fyri at skapa einar størri og ríkari Føroyar fyri fleiri enn nú. Einar sjálvstøðugar Føroyar.

Tjóðarfrælsið verður so hugaliga sungið í fullveldiskórinum. Gaman í, men hvør er prísurin fyri hetta tjóðarfrælsið? Enn kenna vit ikki hendan, men størsti parturin av føroyskari miðumsiting situr í hesum døgum og arbeiðir og roknar við fullveldisprojektinum, so fyrr ella seinni má okkurt fara at koma á borðið.

Fer prísurin at verða, at persónliga frælsi føroyinga verður skert? Fer prísurin at verða, at møguleikarnir hjá okkara fólki til at skipa sær eina frælsa tilveru verða skerdir? Skal tjóðarfrælsi gjaldast við missinum av tí persónliga frælsinum? Kostar tjóðarfrælsið, at ein partur av fólkinum missir sítt lívsfrælsi? Kostar tjóðarfrælsið eitt síðsta farvæl til samhaldsfastu vælferðarskipanina?

Hvat samfelag fær fullveldið Føroya. Verður tað eitt samfelag, sum byggir á fólkaflokskonceptið, sum er eitt láglønarsamfelag, eitt discount?samfelag við ?survival of the fittest?sum skjaldramerkið, ella verður tað eitt samfelag, sum bert byggir á romantiskar dreymar um, at tá fer alt at laga seg?

Hesir og aðrir spurningar hava vit dittað okkum at sett, tó enn uttan at fáa svar. Men spyrjandi røddin tagnar ikki av tí orsøk.


Jóannes Eidesgaard