Sjálvstýrið gerst ikki partur av samgonguni

Sjálvstýrisflokkurin gjørdi fyri løtu síðan av ikki at gerast fastur stuðulsflokkur hjá sitandi samgongu, men fer at samráðast við landsstýrið um týðandi mál Landsnevndin og tingbólkurin hjá Sjálvstýrisflokkinum komu fyri løtu síðan til ta niðurstøðu, at Sjálvstýrisflokkurin verður ikki partur av CHE-samgonguni.

- Vegna politiskt ótryggu støðuna í samgonguni, metir landsnevndin ikki, at Sjálvstýrisflokkurin eigur at gerast stuðulsflokkur hjá sitandi samgongu. Hetta skrivar Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins í tíðindaskrivi.

Landsnevndin vísir til landsfundarsamtyktina frá apríl í ár um breitt politiskt samstarv og mælir sostatt eisini tingbólkinum til at taka upp samráðingar um at loysa átrokandi mál, serstakliga fíggjarlógina fyri 2009.

Landsnevndin skrivar eisini, at nevndin gevur tingmanningini fullan stuðul í royndini at tryggja flokkinum ávirkan við breiðum politiskum samstarvi.