Tað er nú greitt, at Sjálvstýrið fer ikki upp í samgonguna. Tað staðfestir formaðurin í flokkinum, Jógvan Skorheim, í kvøld
Annars hevur verið róð framundir, at Sjálvstýri skal gerast partur av samgonguni, men soleiðis verður ikki, og tað er fyrst og fremst fiskivinnupolitikkurin skilir partarnar, sigur hann.
– Tá ið hendan samgongan varð skipað, skilti fiskivinnupolitikkurin samgonguna og Sjálvstýri, og tað má eg staðfesta, at tað ger hann enn. Fiskivinnunýskipanin hevur skapt stóran ótryggleika í vinnuni, og enn er ov tíðliga at síggja avleiðingarnar. Tí er tað ikki løtan, at koma við fleiri broytingum, leggur hann afturat.
– Til dømist kunnu vit ikki taka undir við tí uppskoti um veiðugjald, sum í dag liggur í løgtinginum, og vit taka heldur ikki undir við, at farið verður til eina kvotaskipan fyri heimaflotan. Hetta skilur samgonguna og okkum framvegis, og tískil kann eingin semja gerast um samgongu, sigur Jógvan Skorheim.
Áður hevur eisini Miðflokkurin boðað frá, at ongin møguleiki er fyri at hann fer upp í samgonguna, so nú brast seinasta vónin um at skipa eina meirilutasamgongu.










