Sjálvstýri er frælsi

    

Jógvan Jacobsen
????????????????

Tað er gleðiligt at sambandsmenn ikki longur seta skott millum frælsi og sjálvstýri. Men hví so ikki taka avleiðingina og taka fult frælsi?
Tey seinastu árini hava sambandsmenn útgreinað hugtakið frælsi nógv. Jóannes Eidesgaard er ein av hesum sambandsmonnum.
Jóannes Eidesgaard hevur m.a. hildið uppá, at framtøk á sjálvstýrisleið eru afturstig fyri frælsið hjá føroyingum. Sjálvstýri er ófrælsi, varð sagt.
Men nú er vent í holuni. Jóannes Eidesgaard hevur tikið alt aftur, sum hann hevur prædikað seinastu seks árini. Hansara boðskapur gjøgnum seks ár í andstøðu tykist nú vera lygn. Men nú er hann samdur við fullveldismenn.
Í Sosialinum 16. mars 2004 sigur Jóannes Eidesgaard, at hann fer at tosa við danska forsætismálaráðharran um størri frælsi til Føroya. Frælsi er, sambært greinini, framtøk á sjálvstýrisleið. Yvirtøkur og ávirkan á uttanríkismál.
Tað er gleðiligt at sambandsmaðurin ikki longur sær sjálvstýri og frælsi sum mótsetningar longur. Tí tey eru ikki mótsetningar.
Eingin er so ófrælsur sum hann, ið ikki sleppur at ráða sær sjálvum.
Men hví so ikki taka avleiðingina? Um sjálvstýri er frælsi, hví ikki taka fult sjálvstýri og harvið fult frælsi? Yvirtaka alt og sjálvi føra uttanríkispolitikk.
Er sjálvstýri frælsi, so er fult sjálvstýri fult frælsi. Tað kundi ikki verið betri.