At Grønland hevur fingið sjálvstýri eggjar teimum grønlendsku politikarunum til at vísa búskaparligt skynsemi. Tað sigur politiski viðmerkjarin Jakob Janussen við kringvarpið KNR.
Hann heldur, at tað týdningarmesta við sjálvstýrisskipanini er, at grønlendingar kunnu yvirtaka málsøki frá dønum, um teir kunnu fíggja tey. Tað eggjar politikarunum til at reka ein meiri veruleikakendan politikk og ber størri búskaparliga ábrygd í sær.
Jakob Janussen leggur afturat, at skipanin við sjálvstýri hevur gjørt Grønland og Danmark til tveir meiri javnbjóðis partar.