Sjálvsstýrið ríður um gáttina

Oddagrein

Seinasta veljarakanningin hjá Gallup Føroyar sendi Sjálvsstýrisflokkin úr Løgtinginum. Í løtuni hevur Sjálvsstýrisflokkurin eitt tingumboð, og hetta var ikki fyrsta ferðin, at veljarakanning tók umboðið frá flokkinum. Formaðurin í Sjálvsstýrisflokkinum greiðir í longri samrøðu í blaðnum í dag frá, hvussu hann upplivir støðuna, og hvussu hann heldur útlitini eru.


Sjálvsstýrisflokkurin er aldargamal flokkur – meira enn hundrað ára gamal – men síðani 1936 hava løgtingsvalini oftast snúð seg um at røkka upp um tinggáttina. Við hvørt hevur tað gingið væl og virðiliga, aðrar tíðir hevur tað staðið á. Flokkurin hevur ligið millum eitt og trý tingumboð, og eitt skifti undir seinna heimsbardaga var flokkurin ikki umboðaður í løgtinginum, men hann kom afturíaftur.


Á seinasta løgtingsvali var úrtøkan 4,2 prosent av atkvøðunum, og tað rakk til eitt tingumboð – Kára P. Højgaard, sum síðani gjørdist landsstýrismaður og gav pláss fyri Jógvani Skorheim í Løgtinginum. Veljarakanningarnar hjá Gallup Føroyar síðani valið benda á uppaftur minni undirøku, og í tveimum av trimum kanningum er flokkurin settur uttanfyri tinggáttina. Hon er 1/33 ella 3,03 prosent. Seinasta kanningin gav flokkinum 2,9 prosent.


Profilurin í politisku hugsjónunum eru vorðnar alt kámari. Eisini í Sjálvsstýrisflokkinum, sum í mong ár hevur verið hildin uppi av, at tey stóru økini í landinum hava kappast um at vinna flokkinum umboð á ting. Fyrru árini stóðu Havnin og Klaksvík sterk, men hesi seinnu árini hevur flokkurin eisini havt fitt av veljarum í Eysturoy. Í løtuni er tað tann konservativi parturin av Sjálvsstýrisflokkinum við Kára P. Højgaard og Jógvani Skorheim, sum hevur valdið, meðan tann meira progressivi parturin av flokkinum í Suðurstreymoy við Kristiannu Winther Poulsen á odda tapti seinasta val.


Um flokkinum skal verða lív lagað, so er tað avgerandi, at tey í Suðurstreymoy ikki geva skarvin yvir, men taka kappingina upp við Eysturoy og Norðoyggjar um at vinna umboðið ella eitt av umboðunum fyri flokkin. Sjálvsstýrisgenið tykist tó verða so sterkt, at fólk, sum hava verið partur av Sjálvsstýrisflokkinum, halda seg hoyra heima har og tískil ikki tykjast ætla sær at skifta til annan flokk. Tað kunnu tey í Eysturoy og Norðoyggjum fegnast um, tí lata tey í Suðurstreymoy sjálvsstýrisskútuna sigla sín egna sjógv, so er vandin stórur fyri, at hon siglir á land og verður vrak.


(sitat)



Missir Sjálvsstýrisflokkurin Suðurstreymoy, er sannlíkið stórt fyri, at flokkurin dettur niðurfyri.