Hvørki Føroya fólk ella Sjálvstýrisflokkurin fáa val á hesum sinni. Tíbetur. Áheitanin hjá Sjálvstýrisflokkinum á løgman um at umhuga eitt nýval, tí óskilið í samgonguni er so stórt, var meiri líkt einum publisitiátaki. ? Góvu tíðindi og myndir í Degi og Viku týsdagin okkum ikki eina ábending um tað?
Sjálvstýrisflokkurin er jú dottin burtur í millum í trætuni millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Tað byrjaði jú við eini brævskriving fyrst í mánaðinum, tí Fólkaflokkurin m.a. dittaði sær at taka undir við einum uppskoti hjá Hendriki Old at lækka avgjaldið á bensini.
Men Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki hava ?timað? hetta átakið væl, tí seinastu veljarakanningarnar góvu ikki Sjálvstýrisflokkinum nakra serliga undirtøku, og spurningurin er, um flokkurin kom á ting, um val hevði verið.
Tá hetta er sagt, skal Sjálvstýrisflokkurin hava rætt í tí, at tað tykist, at flokkar í landsstýrissamgonguni gjarða út í hesum døgum, nú valfjáltur er komin á, og menn eru um at missa setningin at reka ein stramman fíggjarpolitikk úreygsjón! Men so er spurningurin, um Sjálvsstýrisflokkurin hevur staðið aftastur í tí, sum samgongufólk í kalla útgjarðing.
Vit minnast, at tá uppskotið til hesa fíggjarlóg varð viðgjørt í samgonguni, kravdi Helena Dam á Neystabø at fáa 70 milliónir krónur afturat til síni málsøki. Hóast hon hevur noktað fyri tí, so søgdu onnur í landsstýrinum, at hon hótti at leggja frá sær sær, fekk hon ikki hesa upphædd! Peningurin til hesi mál var neyðugur ? eingin ivi um tað ? men í eygum Fólkafloksins er jú peningurin til almanna- og heilsumál jú eisini útgjarðing.
Løgmaður tekur ikki áheitanina um nýval til eftirtektar, men Sjálvstýrisflokkurin hevur fingið ?pressu?, og hevur ? eins og Tjóðveldisflokkurin ? roynt at fingið sær eitt ?image? sum fíggjarligur ábyrgdarflokkur. Og so er spurningurin, um formaðurin ikki eisini fekk gjørt seg eitt sindur inn á løgmann, eftir at hann gav henni boðini í februar: annaðhvørt leggur tú sjálv frá tær, ella koyri eg teg úr starvi!










