Sjálvsavger_arrætturin er úthola_ur

- Ta_ er eftir míni meting rættiliga synd, at føroyska politiska skipanin í so langa tí_ hevur hildi_ seg undan tí, ta_ veruliga sn_r seg um - politikk - og heldur vavt seg inn í ógrei_a hugtaki_ sjálvsavger_arrættur, sigur Bár_ur Larsen, løgfrø_ingur

-Frábo_anin til ST loyvir ikki Føroyum einsí_ugt at stíga úr ríkisfelagsskapinum, um føroyingar ynskja ta_. Ta_ er tí ikki rætt, tá løgma_ur óbeinlei_is sigur, at vit nú kunnu loysa frá Danmark bert um viljin og árræ_i er til ta_ í Føroyum. Í frábo_anini til ST ber ikki til at skilja millum, um talan er um sjálvsavger_arrætt inneftir ella úteftir, og hetta er rættiliga avgerandi.
Løgfrø_ingurin og limurin í Stjórnarskipan Føroya, Bár_ur Larsen, er ikki samdur í fatani hjá løgmanni av frábo_anini til ST. Løgfrø_ingurin vísir á, at hugtaki_ um sjálvsavger_arrætt er fløkjaligt, og ta_ er torført siga, hvønn t_dning løgfrø_iligan hugtaki_ hevur longur.
- Fyrst er t_dningarmiki_ at vera var_ur vi_, at frábo_anin til ST (CIRCULAR NOTE) vi_ or_unum They (uttanríkisheimildarlógirnar red.) are in conformity with the right to self-determination of the People of the Faroes and the People of Greenland under international law ikki frábo_ar nakran sjálvsavger_arrætt, men at hon heldur forútsetir ein longu verandi sjálvsavger_arrætt. Spurningurin er sí_an, hvussu hesin longu verandi sjálvsavger_arrættur skal tulkast.
Bár_ur Larsen vísir á, at fólkarættarliga ver_ur tosa_ um tann ytra og tann innara sjálvsavger_arrættin.
- Tann ytri sjálvsavger_arrætturin inniheldur m.a. rættin til at loysa frá einum mó_urlandi uttan tess samtykki. Ta_ tykist vera hendan rættin, løgma_ur sipar til, tá hann sigur, at sjálvst_rismáli_ nú vi_ sjálvsavger_arrætitinum eina er á føroyskum hondum. Men hetta er ikki rætt. Ytri sjálvsavger_arrætturin og vi_ honum rætturin til loysing hevur ongantí_ veri_ ætla_ur - ella praktisera_ur - ø_rum enn 1. kolonium og landøkjum, i_ ST hevur vi_urkent sum ikki-sjálvst_randi og 2. kúgaðum fólkum. Henda tulking er heilt mainstream í altjó_a teori og m.a. stu_la_ av so vi_urkendum úttalilsum sum tí hjá kanadiska hægstarætti í 1998. Føroyar eru ikki eitt ikki-sjálvst_randi, og vit vera ikki illa kúga_ av dønum. Tískil hava vit eftir altjó_arætti einans innara rættin til sjálvræ_i, og hann kunnu danir uttan ví_ari siga, at vit longu hava vi_ hemast_risskipanini og verandi fólkatingsumbo_an; á henda hátt fara teir ivaleyst eisini at tulka the right to self-determination of the People of the Faroes, um ta_ kemur til skarpskeringar.
- Ta_ er eftir míni meting rættiliga synd, at føroyska politiska skipanin í so langa tí_ hevur hildi_ seg undan tí, ta_ veruliga sn_r seg um - politikk - og heldur vavt seg inn í ógrei_a hugtaki_ sjálvsavger_arrættur. At føroyingar hava eitt legitimt krav uppá loysing, um meiriluti ver_ur fyri tí, ta_ eru helst flestu føroyingar samdir um. Men slík argument hava bara meira vi_ politiskan moral at gera enn fólkarættarligan sjálvsavger_arrætt.
Spurdur um talan er um taktiskt snildni frá dønum at frábo_a uttanríkispolitisku lógina til ST, svarar Bár_ur Larsen: Ta_ rokni eg vi_, tí sjálvsavger_arrætturin er so óbestemmiligur, at hann er kærkomi_ ambo_ til at tiltoka eitt annars greitt politiskt landslag.
Í kjalarvørrinum av donsku frábo_anini til ST hevur kjak tiki_ seg upp um tí føroysku og donsku útgávuna av heimildarlógini. Bæ_i politikarar og løgfrø_ingar hava á_ur víst á, at ta_ er óheppi_, at vi_merkingarnar ikki eru tær somu.
Ta_ er fínt, at føroyingar halda uppá sína fatan, at vit hava valdi_ frá okkum sjálvum og ikki frá dønum ella altjó_a samfelagnum. Spurningurinm er bara, hvat vir_i hetta hevur, tá danir kunnu frábo_a altjó_a samfelagnum ein heilt annan veruleika. Ella vi_ ø_rum or_um: Ber ta_ til at hava ein samleika uttan mun til, hvat onnur halda um ein?


Rúkandi ósamdir
Kjaksendingini í Kringvarpi Føroya t_skvøldi_ vísti enn einafer_, hvussu rúkandi ósamdir løgma_ur og forma_ur Tjó_veldisfloksins, Høgni Hoydal, eru í sjálvsst_rismálinum. Í gjárkvøldi_ var frábo_anin av heimildarlógini til ST á breddanum, og kjaki_ vísti enn einafer_, at samgongan og størsti andstø_uflokkurin dregur alt anna_ enn somu línu í sjálvsst_rismálinum.
Løgma_ur vil vera vi_, at frábo_anin til ST sta_festir sjálvsger_arrætt Føroya í altjó_a samfelagnum og hetta hevur vi_ sær, at sjálvsst_rismáli_ nú er okkara burturav, sum hann málbar seg undir n_ggjársrø_uni.
Løgma_ur vísir á, at Føroyar hava nú fingi_ sta_fest rættin hjá føroyska fólkinum í altjó_a rætti, og hava føroyingar árræ_i og vilja at fara út úr ríkisfelagsskapinum, ber ikki til hjá dønum at s_ta fyri tí, eftir at sjálvsavger_arrætturin er sta_festur sambært altjó_a rætti. Hetta kemur av, at altjó_a rætturin er omanfyri statsrættin, sum danir vanliga hava hildi_ fast um.
Høgni Hoydal kallar hinvegin frábo_anin til ST sum størsta álopi_ á fullveldisrørsluna í n_ggjari tí_. Hann vil vera vi_, at Føroyar endaliga hava gó_tiki_, at vit eru  Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne- at Føroyar bert eru húskallar og fulltrúar hjá Danmark. Forma_ur Tjó_veldisfloksins vísir á í lesarabrævi_ í dag, at ST-frábo_anin hevur vi_ sær, at Føroyar ikki kunnu gera avtalur vi_ onnur lond, um ta_ gongur ímóti donskum áhugamálum og at Danmark hevur evsta valdi_ yvir øllum føroyskum vi_urskiftum vi_ umheimin.