Í dag klokkan 15 verður grannauppgerð í Gundadali. Dagfinn Forná verður 23. maður, tá ið HB eigur heimavøll ímóti B36.
Undan kappingarbyrjan hava flestu teirra, ið hava dittað sær at spáa um gongdina, nevnt HB sum FM favoritt. Tað kennir HB venjarin Oddbjørn Joensen ikki at vera serliga tyngjandi:
-Vit hava gott fólk, og vit ætla okkum at vinna gull. Sammett við í fjør arbeiða vit við at flyta liðið longri fram á vøllin, og vit skulu hava bóltin meiri, enn vit hava havt, sigur HB venjarin, sum avgjørdur roknar við, at HB verður meistari!
Í B36 halda teir seg vera væl fyri í framrættaða partinum, um allir lyklaspælararnir verða tøkir. Vongverjarnir eru teir somu sum í fjør, og Tórður Thomsen, sum nú verjir málið, hevur royndirnar. Stóri spurningurin er, hvussu tað stendur til í miðverjuni, har fyrrverandi DM vinnarin við AaB, Martin Pedersen, er ætlaður at vera akkersmaður.
-Vit hava nógvar ungar spælarar, og breiddin er ikki nóg stór. Um ungu menninir taka ábyrgd beinanvegin, so kunnu vit flyta okkum upp ímóti altjóða plássunum, men tað kann kennast svikaligt. Hetta er ein spennandi avbjóðing, ásannar B36 venjarin Mikkjal Thomassen.
Tað er lítið sannlíkt, at Jákup á Borg verður millum teir fyrstu ellivu á B36 liðnum ídag.